Í Havn og í Klaksvík: “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa!”

- Tað kann tykjast fløkjasligt, tá tú flytur av landinum í lestrarørindum. Hvussu gert tú við SU, NemID, CPR nr., banka- og tryggingaviðurskifti? Um tú ert ein av teimum, ið situr inni við hesum, ella øðrum spurningum, er tað akkurát tær, vit skulu hava fatur á, sigur Hanus Samró, stjóri og eigari av Ó.

Saman við BankNordik skipar Ó fyri tiltakinum “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa”, ið verður í BankNordik høvuðssætinum hóskvøldið 3. august kl.19.00 og í Spaniastovu í Klaksvík fríggjakvøldið 4. august kl.19.00.

- Vit hava fingið umboð fyri Studna, Trygd, BankNordik og Føroya Ráðgevingina at greiða frá, hvussu tú skal gera við SU, NemId og Cpr nr v.m. Harafturat fara lesandi úr Aalborg, Aarhus, Odense, Keypmannahavn, Kina og Onglandi at greiða frá, hvussu tú skal gera, tá tú flytur av landinum í lestrarørindum.

Les meir um tiltakið her: http://bit.ly/2vIwELO