Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Annika Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Í Havn byggja vit leigubústaðir við ella uttan Betri!

2019-01-10 00:57

Áhugavert at hoyra borgartjóran í Klaksvík í lesarabrævi harta borgarstjóran í Havn fyri at nokta fyri heimild til kommunur at byggja bústaðir. Undirritaða skal bert minna Jógvan Skorheim á, at tað er hann sjálvur, sum situr við kortunum at broyta hesa heimild, um ynski er til tess. Tað er hann, sum situr í Løgtinginum og ikki undirrtaða.

Men tað kann sjálvsagt vera trupult at skilja ímillum teir mongu politisku sessirnar, nú hann bæði situr í Løgtinginum og sum borgarstjóri.

Annars kann eg upplýsa, at Jógvan Skorheim longu hevur heimild at byggja bústaðir, eitt nú til lesandi og eldri, og at fara í samstarv við privat at byggja. Men ístaðin fyri at fara til arbeiðis er lættari at lasta øðrum og harvið flyta fokus.

Tað er somuleiðis margháttligt, at Jógvan Skorheim sum sokallaður sjálvstýrismaður heldur vil hava allar okkara føroysku pensjónspengar at virka í tí danska samfelagnum, heldur enn í Føroyum. Men tað er so mangt, mann ikki skilur í føroyskum politikki longur.

Nei Jógvan, ikki nýtist tær at hugsa um, hvat verður gjørt í Havn, tí í løtuni eru vit saman við øðrum í gongd við at byggja fleiri enn 100 leiguíbúðir innan verandi lógarkarmar - og enn fleiri eru ávegis við ella uttan Betri - og við ella uttan heimild úr Løgtinginum.

Kanska átti borgarstjórin í Klaksvík at gjørt tað sama!

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu