Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Í dag fyllir biografurin 125 ár

2020-12-29 07:45

Filmstíðarritið Variety, ið er komið út síðan 1905, hevur til 125 ára dagin fingið franska Thierry Fremaux, sum hvørt ár stjórnar filmstevnuni í Cannes, at skriva eina tíðargrein um biografin, so sum vit higartil hava kent hann, og hvørji útlitini eru fyri at reka biograf í framtíðini.

Hóast koronastongsul og útsettar frumsýningar, er heimsins elsta filmstíðarrit bjartskygt:

"With movie theaters shuttered around the world due to the pandemic, Fremaux argues that we can’t give up on the collective experience of moviegoing."

Filmsfelagið, sum varð stovnað í Havnar Bio í 1962, arbeiðir fyri, at fólk síggja nýggjan og góðan film í felag.

Filmsfelagið byrjar aftur mikudagin 6. januar, tá brasilski filmurin"Systrarnar Gusmão og teirra ósjónliga lív" verður sýndur. Eftir ætlan verða fýra nýggir filmar sýndir í januar, teirra millum tveir nýggir holocaust filmar.

Nú sýningarárið 2020 er liðugt, útskrivar Filmsfelagið kapping at finna og lýsa besta film ella filmsuppliving í Filmsfelagnum í ár.

Her er greinin hjá Thierry Fremaux í Variety um 125 ára biografdagin í dag: https://variety.com/2020/film/global/thierry-fremaux-2020-cinemas-cannes-1234875139/?fbclid=IwAR3da09jr7mA9NqibleGNfcpxqymkSdfcyc2WVvBbL3p18We2HWN2xIU2lQ