Í byrjanini var bøssin og lebba...(enn eitt íspunnið skaldaverk frá homolosjuni)

2014-03-13 18:38

Góði Føroyingur

Nevndin í UNG FYRI MIÐFLOKKIN vil fegin nýta høvið at kunna teg nærri um og svara nøkrum ofta frambornum samanpentaðum íspunnum lygisøgum og mana hesi mýtugerð niður í jørðina, ið ofta og ókrittiskt verða bornar fram av populistiskum ungmannafeløgum og miðlum – veri tað seg ótilvitað ella tilvitað. Hetta er sjálvandi í samband við ta søguligu og sera týðandi avgerðina, ið tín politikari skal taka hósdagin, 13. mars 2014, viðvíkjandi framtíðini hjá okkara limum her á landi.

(G.G! Um tú ikki tímir at lesa allan brokkmanslesturin, so kanst tú gott blaða niður til endan og bert lesa tey niðastu nýggju punktini. Tey eru nógv styttri og innihalda mestsum tað sama)

1. Mýtugerð

Samkyndleiki er eitt nýtt og útlendsk fyribrigdi!?

Tað er rætt, at tað ikki er eitt ókent fyribrigdi, at menniskju lata sínar egnu kenslur og lystir taka ræði á sær og bera óskynsamt at. Hetta sæst m.a. eisini í afturgongd hjá bæði grikkum og rómverjum í teirra fornu spillu, ið ikki myndaði teirra annars so víðagitna skynsemi.

Hyggur tú at søguni sært tú tað enntá endurtaka seg á ein slíkan hátt, at áskoðarar til eina ávísa hergongu í Keypmannahavn nærum mistu matarlystin. Einki nýtt er undir sólini og heldur ikki hendan royndin hjá homolosjuni at fremja mytugerð av samanpentaðum leysasøgum.

2. Mýtugerð

At vera sam-, tví- og tvørkyndur er natúrligt!?

Ein ørgrynna av vísindaligum kanningum og prógvum staðfesta, at menniskjan ikki er eitt djór ella vanliga bera seg at sum djór vanliga gera. Sambært summum djóra serfrøðingum hjá eitt nú National Geographic vísa djór tílíkan atburð, tá talan er um at eyðmýkja ella gera seg inn á annað djór vegna til dømis yvirræði. Tað er eisini ein møguleiki. Ella eru tey kanska bara djór.

Tílíkur atburður er vanliga ikki góðtikin millum fólk og verður fordømdur av vanligari lóggávu. Vanliga er kynsligt samband sett í samband við kærleika og nøring. Hóast njóting hevur ein stóran týdning fyri kynsligt samband, er nøring ein natúrlig lívfrøðiliga fylgja av kynsligum sambandi.

3. Mýtugerð

Hjúnabandið er søguliga støðugt og óbroytiligt!?

Ja, hjúnabandið er ímillum mann og kvinnu og hevur verið tað í fleiri túsund av árum. Um eg so leingi sum eg orki rópi og skráli, at mítt stjørnuskrúvublað er ein jarnstigi, so sleppi eg ikki upp á tekjuna við at traðka á skrúvublaðið og tað skiftir heldur ikki skap. Hugtakið verður verandi.

Hjúnabandið er eitt sera umráðandi hugtak og hevur ómetaliga stóran samfelagsligan týdning bæði sosialt og økonomiskt. Ikki minst í mun til siðbundnu familjuna, ið hevur vunnið hevd og tign av royndum sum tann grundarstein hon er. Og hetta eigur ikki at verða broytt, bert tí onkur, ið hevur frávalt hetta og hevur meldað seg úr hesum hópi.

Um eg velji okkurt frá, tá er tað heldur lorkut lagað, um eg aftaná krevji at øll hini, ið hava valt øðrvísi og bygt tað upp, skulu broyta alt soleiðis, at eg hóast alt kann sleppa uppí nakað eg eygsýniliga bara vil sleppa at broyta ella avlaga.

(Ja, eg veit dømi við skrúvublaðnum tykist banalt, men tað er eisini ringt at finna rætta mátan at bera fram próvgrundir, tá mann forlangar at løgtingsfólk, skulu brúka tíð uppá samanpentaðar skrøggsøgur.)

4. Mýtugerð

Samkynd hjúnabond oyðileggja “siðbundin” hinskynt hjúnabond!?

Tað er ikki satt at øll norðurlond, ið hava innført hjúnaband fyri homoseksuell. Tað er talan um ávikavist skrásett homoseksuelt parlag og homoseksuella vígslu í seks av átta norðurlondum.

Størsta mýtugerðin má tó vera tann, at tað eru so ómetaliga nógv lond, ið loyva hesum. Tað er loddrøtt lygn! Tað eru sambært tíðindastovninum BBC bert 14 lond av yvir 200 londum/státum í heiminum.

Hóast grannar okkara eru millum tey lond heimsins, ið loyva hjúnabandsligum fráviki, tykist tað serliga vera Danmark, ið metir tað vera so umráðandi at skúgva trúarfrælsi – sum altso er ein mannarættur – til viks og taka ræði á donsku fólkakirkjuni og innføra tvangsægteskab í kirkjuni, hóast tað jú er at forbróta seg í móti kristindóminum sum trúgv.

Tískil er tað kanska ikki so løgið at ein mýtugerð letur seg gera í hesum sambandi, tá vit eru so serliga knýtt til Danmark. Somikið so, at sjálvt Tjóðveldi vil seta í gildið eina imperialistiska danska lóg í Føroyum!

Somuleiðis er tað ein mýtugerð at homoseksuell ikki hava somu rættindir sum onnur. Tey hava somu rættindir, men krevja serrættindir og framíhjárætt, ið ger seg inn á mannarættindi hjá teimum, ið sambært teimum ikki er hava rætta hugburð.

Lesið søguna uppá, og tit síggja tað, sum eg áður havi víst á, at nógvir homo-aktivistar eru beinleiðis ímóti siðbundna hjúnabandinum og familjuni sum hugtak og vilja oyðileggja hesi. Tað hevur ein leiðandi homo-aktivistur Masha Gessen sjálv greitt frá! Tað havi eg áður skrivað um í einum øðrum lesarabrævi.

5. Mýtugerð

Hetta er ein ónd glíðibreyt!?

Ja, tað er einki ivamál um at talan er um eina glíðibreyt, tá tað snýr seg um tey hesi kravdu serrættindi serrættindi. Hettar hevur søgan í okkara grannalondum og nøkrum fáum øðrum londum í heiminum longu prógvað fyri okkum.

Tískil er tað rætt, tá tað verður sagt, at okkum ikki tørvar ein perversan, kriminellan og kreativan dreym ella spádóm. Hetta megnar homolosjan væl og virðiliga sjálv bæði at droyma um og prógva.

Okkara dreymar snúgva seg heldur um , at fólk kunnu sleppa at bera ein lítlan kross um hálsin ella í einum armbandi uttan at verða koyrd úr starvi ella biðin um at leggja trúgv sína frá sær heima við hús. Hetta havi eisini víst á í øðrum lesarabrævi.

Og at persónliga frælsi eisini umfatar kristin fólk, ið verða rakt av, at nøkur fá frávíkjandi lond ikki tykjast virða, at mannarættindasáttmálin staðfestur, at tey kristnu eisini eiga samvitsku- og trúarfrælsi.

6. Mýtugerð

Í einum fólkaræði er tað meirilutin, sum ræður !?

Hóast vit hava hoyrt eina ávísa gallup kanning verða brúkta í eyst og vest, so er tað soleiðis, at flestu okkara munnu hava lært handfaringina av hagtølum hjá homolosjuni at kenna. Brúka vit t.d. telji-mátan hjá teimum, eru tað á hvørjum ári umleið 2000 fólk í føðingardag hjá mær, men so er ikki!

Harafturat er úrslitið av hesi mikið umtalaðu gallup kanning somikið ósikkurt, at tíðindaleiðarin hjá KVF ikki metti grundarlag vera fyri brúka kanningina sum keldu, tí trúvirðið í kanningini ikki kundi verða tryggjað. Tað staðfesti ein privatur miðil í eini samrøðu við tíðindaleiðaran hjá KVF um lobbyismu og øll tey, ið royna at trýsta síni seráhugamál fram í miðlunum.

7. Mýtugerð

Hví skulu tit giftast? Hví ikki bara fara til advokat og so er liðugt?

Hóast tað er populert at siga tað øvugta, so eru homoseksuellir borgarar javnsettir øðrum, hava fullan borgaraskap og gjalda eisini skatt og kunnu siga sína hugsan og skriva tað tey vilja. Tey hava ikki minni, men vilja hava meiri enn tað, ið tey tykjast vilja unna øðrum. Tá hugsi eg um tey, ið ikki glaðbeint gloypa teirra boðskapi og dogmu.

Hjúnabandið hoyrir ikki til søguna hjá homolosjuni sum nakað eiggiligt ella lokkandi ”institutión”. Tað er nettupp tað øvugta! Søgan vísir, at tað er nakað, ið homolosjan íðin hevur arbeitt í móti og vrakað.

At droyma um nakað, ið henda fylking sjálv hevur frásagt sær og stríðst ímóti er ein andsøgn í sær sjálvum – fyri ikki at siga beinleiðis undarligt!

Tað eru avleiðingar, ið fylgja teimum avgerðum tú tekur. Hesar má man læra at liva við. Tað er í øllum førum eingin tign í hesum at gráta um spilta mjólk – serliga tá tú sjálvur ert tann sum hevur stoytt hana!

8. Mýtugerð

Nær fara tit so at krevja at sleppa inn í kirkjuna?

Hetta snýr seg um framíhjárættindi, serrættindi og seráhugamál hjá ávísum áhugafeløgum. Tað snýr seg ikki um javnrættindi v.m., tí hesi er longu líka fyri lógini.

Hesi eru líka yvirfyri lógini og hava grundleggjandi rættindi sambært mannarættindasáttmálanum og teirra krav um framíhjárætt og serrættindi eru vrakað av mannarættindadómstólinum.

Tó so verður mannarætturin hjá kristnum og teimum, ið deila teirra hugsjón, uttan nevniverdar fylgjur brotin. Brotin av júst somu londum , ið braneggja skýra seg so sera tollynt, fræls og rúmlig, tí tey hava valt at gera frávik í mun til hjúnabandið!

Fyri síðani at fremja misbrot móti teimum, ið ikki deila somu hugsan. Hettar eri eg eisini komin inn á í lesarabrævi, eg áður havi skrivað.

Glíðibreytin er eitt hugtak, ið sera nógv fólk í vantrúgv stórlátin flentu eftir. Tó so prógvar søgan tað sum er sagt um hesa góðu glíðibreyt, og spottarar eru gjørdir til skammar av søguni.

Tíverri tykist tað vera nógv, ið eru uppsett ikki at læra av søguni og framhaldandi bera fram teirra egnu (mis)fatan av søguni og sáa iva um tað gildi, søgan annars hevur prógvað í mun til glíðibreytina. Hygg at støðuni í grannalondunum, har byrjaði tað so óskyldugt við eini paragraff-broyting og friðsælum lyftum.

9. Mýtugerð

Men tit eru so fá, hví skulu vit hugsa um tykkum og ikki bara konsentrera okkum um meirilutan? Vit hava jú einaferð meirilutaræði her á landi!?

Eg havi hug til at endurtaka nakað, ið eg havi sagt omanfyri, men eg royni at siga tað uppá ein øðrvísi máta. Hagfrøðina hjá homolosjuni kenna vit til, so hana tími eg ikki at viðmerkja umaftur.

Tað er ikki synd í einum samfelagsbólki, tá veruleikin og úrslitið av teirra evindarligu stremban gerast teimum opinber. Og tað virkar fullkomiliga øvugt tá at krevja, at samfelagið uppaftur skal broyta seg og flyta eftir tínum huga.

Um eg nú frá byrjan av stevni ímóti at skilja meg frá, og kanska enntá í summum førum melda meg úr vanliga samfelagnum, at stríðast ímóti og vraka siðvandar siðir og samfelagsskipanir; hvussu í verðini er tað tá skynsamt av mær at krevja, at øll onnur skulu tilpassa seg tann veruleika, eg sjálvur havi skapt mær!

Hvar er logikkurin og samhaldfesti í hesum? Tað er tá helst ikki til staðar! Tað er helst stýrt av óskysemi, sjálvsøkni og einum grundleggjandi manglandi førleika at vera mentur at standa við tær avgerðir ein hevur tikið.

Tá tú hevur valt at vrakað skipanir sum annars hava prógvað seg at vera haldgóðar, skilagóðar og gagnligar fyri samfelagið er tín søk. Men at harumframt vilt seta fram serrættindir, í mun til so nógv onnur í samfelagnum, ístaðin fyri at standa við tína avgerð, tá haldi eg skommin er um at verða fullkomin.

Enda-Mytugerð

· Uppskotið er ikki útreiðsluneutralt. Harafturat er lógaruppskotið so illa úr hondum greitt! Veruligu árini av lógaruppskotinum eru als ikki vorðin viðgjørd av uppskotsstillarunum sjálvum. Tann einasti kassin, ið er frámerktur er, tað hevur ávirkan á ein samfelagsbólk. Eingi onnur atlit eru tikin við. Tað haldi eg er nokkso jánkasligt

· Tað snýr seg ikki um javnrætt. Hann er jú longu har.

· Jú, tað tekur nakað frá øðrum í samfelagnum. Teimum, sum virða hjúnarbandið, familjuna og kristnu lívsáskoðanina fáa trengri skógvar at ganga í.

· Lógarbroytingin hevur lítlan ella ongan veruligan týdning fyri tey homoseksuellu. Tað er heldur eitt stríð um virðir enn rættindi. Var tað ikki so, tá hevði eitt heilt annað uppskot verið lagt innan eitt annað lógarøki.

· Hendan lógin fremur onga búskaparliga framgongd, ið á nakran hátt kemur at lokka homoseksuellar føroyingar til Føroya. Tað er ein lygn, at tað er trupult at liva sum homoseksuellur í Føroyum.

· Føroyar eru ikki intolorantar ella eitt litleyst samfelag. Tað lærir tú skjótt, tá tú lesur í Manntal. Hinvegin er tað ein sera ótjóðskaparlig og trongskygd viðferð hesi homoseksuellu geva Føroyum og føroyingum í miðlunum í og uttanfyri Føroyar. Og tað sleppa tey uttan, at nakar forðar teimum ella veruliga torir at tala at. Talutíð í miðlunum og blaðsíður á portalum og bløðum, tað mangla tey ikki!

· Eg góðtaki í øllum førum ikki tað myndina, ið tey vilja mála av Føroyum og føroyingum, at vit einki leggja í tey, sum tey nevnda veikar borgarar. Og eg skilji slettis ikki, at nakar so inniliga og íðin tímir at geva eina so neyðarsliga og offukenda lýsing av sær sjálvum. Ikki minst, tá tey eiga at vita, at tað eru so mong onnur menniskju, ið hava uppiborið tað tíð og rúm, sum tey fáa í miðlunum. Her hugsi eg um fólk, ið verulig kunnu reypa av skerdum rættindi, men einki gera burturúr sær sjálvum.

· Tað er ikki vanligt at vit lata okkum verða kúga av øðrum bara tí, at tey eru størri enn vit. Føroyar hevur júst givið ES ein dyggan lúsing sum fáur skuldi trúð møguligt. Tá 100 tals milliónir ikki fáa okkum at flyta okkum, hví skulu smáar 30 milliónir so kunna tað?

· Bara tí at 6 onnur norðanlond gera tað, merkir ikki, at nýtast fylgja teimum eftir. Vit kunnu eisini velja at fylgjast við hinum gott 190 londunum í heiminum, ið ikki lata mainstream populismu stýra teimum.

Eg óttist ikki sjálvútnevndar tolsemistar, sum vilja trútta teirra áskoðan við háð og vald omanyvir meg. Tað er mín mannarættur at siga nei takk til tílíka óskynsama mýtugerð, sum eg havi verið vitni til í hesi ótolsomu vanvirðisligu samanpentaðu lygisøgu.

· Síðsta áheitanin í ritinum í mun til stríðið hjá teimum svørtu um líkarætt er so smagleys, at eg als vil virða teirra vanvirðing av tí stríði tey svørtu fóru ígjøgnum. Tað er himmalvíður munur teirra stríði at gerast partur av samfelagnum og fyri hjúnabandinum millum mann og kvinnu og tí kvettingarstíði homolosjan hevur ført í mun til tað hjúnabandið v.m.

At royna at spinna politiskt hepni úr neyðini og stríðinum hjá m.a. háttvirdum menniskjum sum Martin Luther King er eitt gott dømi um vanærligur atburður og tann glantrileik hesi eygsýniliga sjálv-forfjónaðu menniskju tykjast halda hetta vera!


Vinarliga heilsan

Rani Andrasson Skaalum

Næstformaður

Ung fyri Miðflokkin