Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

04.02.2021

2021-02-05 10:34

Eg koyrdi í svinginum á einum hálum bygda vegið. Hann var ikki blivin ruddaður fyri kava í nakrar dagar. Eg slakkaði ferðina, tí eg var í svinginum. 60 km/t. Sólin skínur, himmalin er bláður. Knappliga reisir ein seyður seg, sum helst hevur sovi við síðunar av vegnu,. Hann trakkar út á vegin og hyggur beint at mær. Helviti. Eg royni spakuliga at bremsa, tí at vegurin er so hálur. Bilurin byrjar at glíða og eg missi tamarhaldi á honum. Bilurin fer til vinstru, høgru, vinstru. Eg síggji at bilurin er við at fara út av vegnum vinstru megin. Eg fari í panikk, royni at snara til høgru meðan eg bremsi. Royni at fáa tamarhald á bilinum aftur. Tað føldist sum fleiri minuttir. Eg síggji bilin fara eftir høvdinum oman av vegnum høgrumegin. Eg eri sikkur uppá at eg fari at kava niður á sjógv. Tað føldist sum tíðin stóð still. Tað varð ein óhugnalig kvirra. Eg føldi bilin bólta rút í luftini. Eg hoyrdi vindeygu brotna. Eg føldi kensluna av at flúgva og malarun í luftini. Tað einasta eg hugsaði um vóru børnini, ið sótu eftir heima, sum ikki longur høvdu eina mammu. Eg føldi skuldarkenslu av at fara frá teimum uppá hendan mátan, hugsaði um saknin sum tey høvdu eftir. Skuldarkenslu av at doyggja. Av allari tíðini sum eg fór at missa saman við teimum.

Bilurin lendur á einari yvirflatu. Eg opni eyguni og síggji at eg hangi við høvdinum niður. Vindeyguni eru í knúsi. Uttan at hugsa meg um loysi eg belti. Eg detti niður á taki í bilinum og grulvi út í kavan. Eg seti meg á ein stein og ringji 112. Tey bóðu meg ikki ringja til nakran so ambulansan fær ringt til mín. Eg hyggji at klokkuni, 12:30. Eg sendi eitt sms til mannin hjá mær. Eg elski teg. Eg elski tykkum øll. Eg sá onki, men tað gjørdi onki. Eg hevði mist brillurnar á mínari ferð niður av vegnum. Eg fór at ristast, klæðini vóru vát. Eg legði merki til at tað var blóð í kavanum. Eg koyrdi hondina beinanvegin til høvdi og hugdi niður. Nógv blóð. Knappliga kemur ein maður rennandi. Hann rann yvir at bilinum og spurdi um nakar annar var í bilinum. Eg segði nei. Hann hugdi at mær og spurdi um eg var okay. Eg segði at eg bløddi onkrastaðni og síggji onki, tí eg havi mist brillurnar. Hann fær tær í kavanum, ikki ein skøva á teimum. Blóðið kom úr fingrinum. Tú kann ikki sita her, tú má koma niðan á vegin aftur. Eg hjálpi tær. Hann rætti hondina út ímóti mær. Kann eg flyta meg, hvat um nakkan. Eg hugdi ørkymla at honum. Um tú kláraði at koma úr bilinum, so er tú okay. Kom, eg hjálpi tær.

Vit gingu til bilin hjá honum. Hann hjálpti mær í bilin. Hann koyrdi hitan for frá. Ein annar maður kom við einum fyrstihjálpar kassa. Hann var úr sløkkiliðnum. Hann vaskaði fingurin og hendurnar hjá mær og koyrdi plástur á. Teir spurdu meg hvussu eg slapp úr biliinum. Eg grulvaði úr bilinum tá hann lendi. Eg var bangin. Ambulansan var ikki komin enn. Eg hugsaði um brotnar nakkar og heilabløðingar. Tá ambulansan kom slakkaði hon ferðina tá hon kom til vrakið. Hon er her! Sløkkiliðsmaðurin rópti á ambulansu sjafførin. Endiliga vóru tey her. Tey spurdi nógvar spurningar. Hvussu eitur tú, nær ert tú fødd, p-tal, nærmasta familja, veist tú hvat fyri dagur tað er, hvussu komst tú úr bilinum, hevur tú ilt nakrastaðnis. Klæðini vóru so vát at tey hjálptu mær úr teimum og undir eitt teppi. Hon kannaði míni lívstekin. Pulsin, andadráttin, hitan, blóðtrýsti. Alt var normalt. Tað er ótrúligt. Vit sóðu bilin og vóru fyrireika uppá tað versta. Tú gjørdi alt rætt, hatta var ordiliga flott av tær. Tú hevur verði djørv. Tú ert okay, ikki verða bangin. Nakkin er ikki brotin. Eg hugdi rundan um meg í ambulansuni. Eg hevði eina óhugnaliga kenslu av at eg ikki var her. Eins og at sálin var við at faraur kroppinum spakuligani.

Tú ert okay. Eg fari líka at ringja á sjúkrahúsið so tey vita at vit eru á veg. Meðan hon tosaði við tey gloymdi eg meg burtur. Eg hoyrdi hana í bakgrundini. Ja, hon er ABC stabil. Onki galið við nakkanum, ongin spor av trygdarbeltinum. Heilt klár, normalt lívstekin. Rødd hennara følnaði í bakgrundini. Tað einasta sum eg hoyrdi var óhugnaliga kvirran tá eg fór av vegnum. Hon spurdi um eg hevði børn. At mammu instikti hevur hjálpt mær ígjøgnum hetta. Tú fert at síggja tey aftur skjótt. Tá tú kemur heim. Tú fert at føla teg móðari enn nakrantíð fyrr. Tað er vanligt. Tú ert okay. Tú ert bara eitt sindur køld. Ambulansan steðgaði uttanfyri sjúkrahúsið, tey rullaði songina úr bilinum. Tað var ísakalt útið. Tey koyrdi meg inn á skaðastovuna. Konan úr ambulansuni smíltist til mín og beyð mær alt tað besta. Tú verður okay. Hatta var flott gjørt hjá tær. Tá hon fór út kom ein lækni inn. Hann var ungur. Andlitsbragdi var umbernadi meðan hann trýsti á kropslimar og beinagrindina fyri at kannað um naka on spurdi um eð var brotið ella fari úr lið. Hann hugdi bilsin at mær. Onki er broti, tú hevur ongin merkir, nakkin sær út til at verða normal, organini eru okay, ongin merkir av trygdarbeltinum, og tú virkar ikki til at hava heilaskjálvta. Sjúkrasystirin skrivaði alt sum hann segði niður. Hvat við heilabløðing. Spurdi eg hann bangin. Tú hevur ongin symptomir uppá tað. Tú ert okay. Tú skal líka í røntgen og CT skannaran, um alt sær normalt út so sleppir tú heim.

Maður mín hevur ringt til mín fleiri ferðir. Eg læs smsini. Hvar ert tú?? Ert tú okay?? Góða svara! Eg ringdi til hann. Eg forkláraði alt sum var hent og segði at eg eri okay. Orsaka, verðuliga, eg eri so kedd av hesum. Bilurin er vrak. Hann breyt meg av. Til helvitis við bilinum, eg eri bara glaður at tú ert okay. Hann spurdi meg hvar bilurin var. Ein vinmaður koyrdi hann yvir til bilin so hann kundi taka tað vigtigasta. Lyklar, dokumentir, telduna hjá mær. Røntgen myndirnar og CT skanningin vístu at alat var normalt. Stavrsfólki virkaði ovfarin av vælveru mínari. Sum var eg risin upp aftur. Tað føldist soleiðist. Eg bleiv útskriva, eftir at sjúkrasystirin insisiteraði at eg drakk eina sodavatn. Eg fekk eitt pappír við eyðkennnum sum maður mín skuldi halda eyga við tað fyrsta døgni. Hann ringdi aftur til mín. Hann ljóðaði lívsforskrekktur. Tú ert ekstremt heldig. Tú kundi verði stein deyg. Hetta er álvarsligt. Bilurin er vrak. Ert tú okay? Hann sendi mær eina mynd. Bilurin var farin einar 12 metrar oman av vegnum. Eg hevði yvirliva tí at báðir endar av bilinum vóru lendir á tveimum stórum steinum við takinum í áðnni. Eg keturoykti nakrar siggarettir. Eg føldi óhugnaligu kvirruna aftur. Ein vinmaður kom eftir mær og koyrdi meg heim.

Vit koyrdi framvið óhapppinum. Vit steðgaðu og hugdu at bilinum. Eg royndi at skilja hvussu eg yvirlivdi. Alt føldist vanligt. Alt føldist ov vanligt. Eg klemmaði familjuna tá eg kom heim. Alt sum var í bilinum fekk ongan skaðan. Sjálvt teldan var okay. T að føldist ikki verðuligt. Sum um at eg ikki kendi hesi tingini aftur. Sum um at eg ikki átti tey. Eg tók tvær panodil og legði meg í songina. Eg fekk ógvusliga høvupínu tá eg legði meg niður. Mykri gjørdi at eg føldi meg sveima í luftini aftur. Eg føldi óhugnaligu kvirruna. Hvørja fer eg koyrdi eyguni aftur føldi eg bilin bólta rút í luftini. Eg hoyrdi vindeyguni brotna. Eg rópti á mannin. Eg segði við hann at eg haldi eg fari at doyggja. Eg átti at doyggja. Hann sissaði meg og segði at eg eri okay. Eg koyrdi eyguni aftur. Eg hoyrdi konuna úr ambulansuni ugga meg. Tú ert okay. Legg teg niður. Koyr eguni aftur um tað hjálpir. Tú fert at føla ógvusliga pínu og møði í kvøld. Tað er vanligt. Tú ert heldig. Eg vaknaði klokkan 07:00. Eg tók telefonina og opnaði Notes. Eg byrjaði at skrivað, eg má skilja hetta. Tað følist ikki verðuligt. Tað er 04.02.2021. Eg ringdi til mannin hjá mær. Eg eri í Bónus, eg komi heim nú. Eg verði heima um ca. 15 minuttir. Eg seti meg í bilin og vendi á ein lítlan bygda veg. Vegirnir eru hálir. Eg koyri í svinginum.