Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hyklið hækkar í hvørjum – í Føroyum

2012-08-15 19:39

Høgni Hoydal 


Hyklið hækkar í hvørjum í Føroyum. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sagt seg vera skelkaða av, at stakir uppihaldarar noyðast at biða um hjálp frá til dømis Frelsunarherinum.

Næstforkvinnan í Tjóðveldi, Sirið Steenberg, vísti í væl grundgivnari grein á, at tað átti ikki at komið óvart á almannamálaráðharran. Tí hon er partur av eini samgongu, sum higartil bert hevur skorið hjá vekastu bólkunum, meðan stórir lættar eru lætnir teimum, sum ikki eru í sosialari trongstøðu. Ongin skeivur upplýsingur varð førdur fram frá Sirið Steenberg.

Men nú leggur Annika Olsen harðliga eftir Sirið Steenberg og ákærir hana fyri politiska manipulasjón(!). Til tess at bera í bøtuflaka fyri samgonguna, reksar Annika Olsen síðani upp nøkur politisk átøk, ið eru gjørd fyri stakar uppihaldarar. Hon sigur, at stakir uppihaldarar hava fingið dupultan barnafrádrátt. Og at lesandi við børnum hava fingið fíggjarligt ískoyti. Eisini nevnir hon, at barnafrádrátturin júst er hækkaður. Tað er so verjurøðan fyri samgonguna.

Men hetta eru álvsarslig ósannindi frá Anniku Olsen:

  •  Átøkini við dupultum barnafrádrátti til stakar uppihaldarar vórðu framd undir CHE-samgonguni (tað var úr valskránni hjá Tjóðveldi, og tá hevði tað jú týdning, hvat flokkarnir søgdu undan valinum).
  • At lesandi við børnum hava fingið ískoyti, er eisini eitt uppskot hjá CHE-samgonguni, sum seinni varð framt av einum samdum tingi, langt áðrenn hendan samgongan tók við.
  • Og tann hækkaði barnafrádrátturin, sum landsstýrið hevði parkerað, varð tikin fram aftur av tingfólki úr bæði andstøðu og samgongu og framdur.

 

Veruleikin er altso, at hendan samgongan og hetta landsstýrið hevur als onki átak framt fyri stakar uppihaldarar. Men hevur hinvegin hækkað skattin munandi hjá teimum støku uppihaldarum, ið gjalda inn til pensjón. Hesir pengar eru brúktir til at geva teimum hægru inntøkunum stórar skattalættar. Ímeðan eru javningarnar av almannaveitingum, pensjónum og lestrarstuðli strikað.

Var tað í einum øðrum landi, at ein almannaráðharri og enntá varaløgmaður, royndi at tilskriva síni stjórn heiðurin fyri politisk átøk, ið vórðu framd av aðrari stjórn. Og enntá brúkti hesa villleiðing til at leggja andstøðupolitikara undir manipulasjón, so var talan um álvarsmál, ið ein kritisk pressa beinanvegin hevði kannað og kravt svar uppá ella avleiðingar av.

Men Annika olsen roknar helst við, at hon framvegis kann spæla leiklutin sum tað menniskjaliga andlitið hjá eini karráari høgrasamgongu. Ja, í roynd og veru, er hesin leiklutur, har Annika Olsen mótvegis almenninginum skal látast sum at samgongan eisini hugsar sosialt og um tey á niðaru rókum, ein avgerandi fortreyt fyri, at tann grovi høgrapolitikkurin kann halda fram. Hendan leiklut eigur Annika Olsen saman við Miðflokkinum í samgonguni. Hetta er hykl á høgum støði, og eg haldi í roynd og veru, at tað er tann ódámligasti leikluturin at velja sær.