Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvussu virkar Tryggingarfelag Føroyar?

2014-02-16 02:24

FINN 5 FEILIR/ANDSÓGNIR ella fleiri

Ger tína niðurstøðu út frá fylgjandi:

1. TF-samtakið er ogn hjá kundanum.

2. Tað er kundin í FØROYUM, sum hevur týdning fyri felagið.

3. Visión og missión hjá felagnum er í stuttum: TRYGD og VØKSTUR í Føroyum.

4. Roknskapir fyri TF-holding vísa, at eginognin seinastu 10 árini er økt við umleið 1.000 mió kr.

5. Kundin eigur at fegnast um hesa stóru øking í eginognini. Eginognin er nú umleið 2.300 mió kr.

6. Tú, sum eigur part av eginognini, kann selja tín ognarpart ella lata børnum tínum hann í arv.

7. Kundin skal upplýsa um sín TF-ognarpart í skattauppgerðini til TAKS.

8. Eginpeningurin øktist øll seinastu 10 árini, undantantikið í 2008, tá ið hann minkaði við 380 mió kr.

9. Tapini í 2008 stóðust m.a. av beinleiðis íløgum (corporate finance-virksemi) uttanlands, eitt nú av íløguni í Grønlandsbankanum.

10. Onnur munandi tap av corporate finance-virksemi uttanlands hava eisini ávirkað eginpeningin, m.a. íløga handan hav umvegis føroyskan dul-nevndan fyriskipara.

11. TF royndi fyri fáum árum síðandi - eins og EIK og BankNordik - at keypa útlendska fíggjarfyritøku. Hetta hevði kundin bønað og biðið leiðarar í TF um at fremja í verki.

12. TF fylgir altjóða 'good governance practices'. Tí eru í fleiri førum somu persónar settir í stjórn og nevnd hjá ymsum feløgum undir samtakinum, sum takast við banka-, tryggingar- og corporate finance-virksemi. Hetta, tí at hesir persónar við nógvum kasjettum á knokkinum tryggja 'synergi' millum feløgini í samtakinum. (Klú! Googlið 'Andre folks penge' ella lesið bók við hesum heiti, útgivin í 2013.)

13. TF grundar sítt virksemi á 'COOP-' ella 'andeils-tankan'. Við hesum er TF ein ikki-profitt-søkjandi fyritøka. TF leggur seg tí eftir IKKI í tryggingar- og bankavirksemi sínum at fáa tað burturúr duopolstøðu síni, sum til ber.

14. TF keypti fyri kortum 70% av EIK fyri hundraðtals-milliónir krónur. Hetta hevði felagið ráð til, hóast tað ikki hevði misnýtt monopol-støðu sína á føroyska tryggingarmarknaðinum í áratíggju.