Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvussu tatoveringin erstattaði eitthvørt heilavirksemi

Nú fungerar tatoveringin sum eitt slag av desainara-uppreisturi fyri fólk, ið so ússaliga ósexut royna at vera annarleiðis, men sum øll líkjast, innan sum uttan.

Agga Niclasen: meining@meyl.fo

Eg minnist, tá ið ein tatovering merkti, at tú vístvitandi ikki vildi vera og brýggjaði teg um at vera partur av konventiónella samfelagnum. Tá var tað ein umhugsað avgerð. Nú ein ummusklað avgerð.

Tá fekst tú tær eina tatovering, um tú arbeiddi á einum byggiplássi, ætlaði tær til sjós ella ræna ein banka.
Tú veitst, hasin erkatypiski sjómaðurin og fábulaktigi Up Yours-ungdómurin.
Nei-nei-nei, ikki hasin miðalklassadúdurin, ið lurtar at 200 og teirra komfortabla sethúsa-sangi kjokkaður við brokkoli og trygdarbeltum, men hasin treytaleysi litinskapurin fyri tí outreraða og óhugsandi. Hann!

Síðani signaleraði tatoveringin válandi útskotspakk, alt eftir hvar tú búði, sjálvandi, til í dag at vera heilt aksepterað, fyri ikki at siga respekterað—aftur, alt eftir, ikki bert bústaði, men heilavekt.
Nú fungerar tatoveringin sum eitt slag av desainara-uppreisturi fyri fólk, ið so ússaliga ósexut royna at vera annarleiðis, men sum øll líkjast, innan sum uttan.

Har er apsalutt einki rebelskt ella sermerkt við tatoveringum ella piercingum longur; tað vísir bara eginliga, at tú ert ein impulsivur lortendi uttan nakra realinteressu, fyri ikki at tala um umskygni. Putursukur.

Tatoverings-ungdómurin ídag, serliga mannfólk, og serliga teir av bygd, eru ikki meiri bløðruskallar enn so, at teir vita, at tað opinberiliga er neyðugt at vera “individuellur”, at vera “tín egni” og LaLaLa... um, altso, tú ætlar at vera nakað, um tú ætlar at vera eitt kvalifiserað menniskja millum aðrar bløðruskallar.
Sum væl er vetið ironiskt, tí hvussu skulu tey, í síni sjálvkreeraðu avmarking, vita tað (!)

So tá teir ikki hava ein heila at 'matcha' hetta ynski um ein roynveruligan individualitet, ið ger, at tú sæst burturúr mongdini, at tú ert ein einari við egnum heila og hugsanum, vell, so fært tú tær eina tatovering ella seks, stóra ella eina gildiga eina av naknari damu ella onkrum friðaretiskum-súmboli, hesir bløðruskallar ikki hava ánilsi fyri merkja.
(Og hvussu skulu teir tað, tí tey í Yndi og Vælveru vita tað so ikki.)

Ella, og hetta sá eg nýliga, onkran kross, sum sjálvt tey vita, hvat merkir (pssst... kristindómur!)... bara at fokka tað upp við at hava eitt mótstríðandi súmbol um allan ryggin. Fúlarheitir skulu valdast.

Ikki tí, Havnin er jú eisini rokað við identikit gym-tónaðum “kroppum”, alt bronsa og null heili.
Ermutatoverandi fólk, ið býttisliga síggja seg sjálvi sum right-on rebelsk og shit. 20- og 30 ára gomul, og eldri tað, ið gyrða seg inni í venjingarhølum og klæða seg í tatoveringar, heldur enn avbjóðandi menniskju og bøkur. Teleoperatørar og samskiftisfólk millum 9 og 5, Netflixpartnarir á kvøldi.

Fyri meg er tað helst alramest løgið, at hesin móti, sum tú fyrr setti í samband við meinskar outsidearar, enntá anarkistar, verulig fólk við faktiskum heila, og nokkso kul, nú er endaður sum ein fortreyt til tess at passa inn í hatta á so óannarleiðis, men vøddablubbandi fylgið av ungum og óungum "monnum".

Mítt yndissitat um hetta sálargrunna identitets-rák hoyrdi eg í útvarpinum herfyri—minnist ikki hvør, men gott tað sama:

"They all spend so much time in the gym that you can't have a conversation with them. Who gives a fuck what you look like.. Read a fucking book!"