Eg eiti Tummas Pauli av Reyni, eri 36 ár,føddur og uppvaksin í Havn.

Fólk flest, ið fara á val, hava áðrenn tey traðka inn í valhølið, longu gjørt av hvar krossurin skal setast. Tað er av stórum týdningi at krossurin verður settur rætt, siga tey flestu, og hóast orðingin er heldur keðilig, so er hetta sannleikin, tí tey ið koma at mynda býraðið komandi árini, skulu jú vera skikkað til hesi álitisstørv.
Tað at sita í einum býráði snýr seg ikki um, at hevja seg sjálvan, ella at gera seg so sjónligan sum møguligt, tað snýr seg um, at umboða borgaran á ein so virðiligan og álítandi hátt sum gjørligt. Sum býraðslimur er eisini av stórum týdningi, at duga, og hava teir eginleikar, ið skulu til fyri arbeiða saman í einum toymi. Toymið sum mannar býraðið, má arbeiða professionelt, og ikki mann ímóti manni, flokkur ímóti flokki, ella samgonga ímóti andstøðu. Við ørðrum orðum ynski eg at komandi býrað fyrst og fremst hugsar um vanliga borgaran.

Tummas Pauli av Reyni

Valevni Sambandsfloksins

Hvussu skapa vit fólkavøkstur?

2012-10-24 18:42

Høvuðsstaðarøkið hevur tørv á fólkavøkstri, fyri at framtíðartryggja kommununa. Framskrivingar vísa, at talið á pensjónistum fer at vaksa munandi komandi árini, og hetta merkir, at tað verður tørvur á fólki í arbeiðsførum aldri.  Ein støðugur vøkstur, av fólki í arbeiðsførum aldri, er grundarlag fyri at tryggja áhaldandi búskapar-, og vinnuvøkstur í kommununi. Tað er tí brúk fyri broytingum, ið skapa størri fólkavøkstur komandi nógvu árini.

Nakrar av broytingunum, ið fara at virka til størri fólkavøkstur eru:

·         Betri bústaðarviðurskiftir

·         Lokkandi arbeiðsavbjóðingar

·         Fleiri útbúgvingarmøguleikar

Bústaðarviðuskiftir

Kommunan má viðvirka til eina fjølbroytta bústaðarbygging, og má vera við til skapa bíligari og fleiri bústaðarmøguleikar til fólk, ið ynskja at seta føtur undir egið borð.  Eisini mugu skapast nøktandi og bílig bústaðarviðurskifti til lesandi og eldri borgarar.

Lokkandi arbeiðsavbjóðingar

Kommunan má skapa karmar, har vinnan fær møguleika at menna arbeiðspláss, ið skapa lokkandi og avbjóðandi arbeiðsmøguleikar. Eisini skal slóðast fyri, at nýggjar vinnur, og vinnur, ið hava við sær arbeiði til hægri útbúgvin fólk, verða skaptar.

Fleiri útbúgvingarmøðuleikar

Kommunan skal ávirka landsmynduleikarnar soleiðis, at størri dentur verður lagdur á útbúgvingar, og at fleiri vinnuligar og hægri strategiskar útbúgvingar verða settar á stovn í kommununi.  Stórur dentur má leggjast á, at Vinnuháskúlin fær bestu karmar at virka undir, og at hann ikki verður fluttur burtur úr kommununi.

 

Hesi inntriv fara at virka fyri, at borgarar ikki flyta úr kommununi, og at fólk, ið flyta aftur til oyggjarnar, eftir lokna útbúgving uttanlands, velja høvuðsstaðarøkið fram um onnur øki í landinum at búseta seg í. Eisini fer hetta at hava við sær, at fólk aðrastaði í Føroyum velja at búseta, og útbúgva seg í høvuðsstaðarøkinum.  

Hetta fer at skapa trivnað, og trivnaður skapar fólkavøkstur. Trivnaður er eitt av hjartamálunum, ið eg vil arbeiða fyri, um eg verði valdur inn í býráðið.

Tummas Pauli av Reyni

Valevni sambandsfloksins