Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvussu nógv ferðafólk lata seg kanna 6. dagin?

2020-09-01 10:34

Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen um koronukanningar 6. dagin:

1. Hvussu nógv ferðafólk eru komin til Føroyar, og hava latið seg Covid-19 kanna, síðan tilmælið um, at kanna seg 2 ferðir varð sett í verk?
2. Hvussu nógv av hesum ferðafólkum hava kanna seg 2. ferð 6. dagin eftir at tey komu til Føroyar?
3. Hvør kunning varð sett í verk til ferðafólk um, at kanna seg 2 ferðir, og nær varð henda kunning sett í verk?
4. Metir landsstýrismaðurin at tað er eitt nøktandi tal av fólkum, ið lata seg kanna 6. dagin eftir at tey koma til Føroya?
5. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at heimtaka ábyrgdina av farsóttarlóggávu, landslækna v.m., og at áseta krøv til tvær Covid-19 kanningar, tá komið verður til landið?
Viðmerkingar
3. august vórðu Føroyar raktar av næsta útbrotinum av Covid-19 virusinum.
Nú tykist tamarhald tíbetur at vera á hesum næsta útbrotinum av koronavirusinum í Føroyum, men henda støðan kann broytast, um vit ikki ansa væl eftir, so smittan ikki kemur aftur til landið, og um fólk ikki fylgja tilráðingunum frá heilsumyndugleikunum sum heild.
Heilsufakliga verður mælt til, at øll fólk, ið koma til Føroya úr útlondum, lata seg kanna 6. dagin eftir, at tey eru komin til landið – umframt tann dagin tey koma til landið. Hetta er avgerandi neyðugt um eitt nýtt Covid-19 útbrot ikki skal koma til landið umvegis ferðafólk. Men talan er bert um eitt tilmæli, og enn er ógreitt, hvussu nógv lata seg kanna 2 ferðir.
Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.
Á Løgtingi, 1. septembur 2020
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna