Ættaður úr Vestmanna
Bústaður: Heygalíð 19


Hvussu loysa vit íbúðartrotið?


Í orðaskiftinum á tingi 19. septembur 2018 um íbúðartrotið, kom sjónliga fram, at so at siga øll tingfólk vilja hava eina loysn so ella so. Privat ella alment.


Hetta er ikki eitt lætt mál at loysa. Slættis ikki við at lasta øðrum fyri ikki at kunna loysa málið, ella hinvegin, einki at hava gjørt í undanfarnum árum ella tingsetum.


Støðan í byggivinnuni ger, at tað skulu nógv fleiri hendur til at byggja, um málið skal loysast á nøktandi hátt.


Eg eri av tí áskoðan, at allir flokkar á løgtingi skulu vísa vegin til eina framtíðarloysn. Trupulleikin er akuttur í stóran mun, og tí má okkurt veruliga munagott gerast.


Løgtingið hevur fyrr gjørt breiðar semjur um stórpolitisk mál. So tað ber til, tað vísir søgan. Tað er bara viljin, sum setir avmarkingarnar. Tak bara tunnilsmálið við Skálafjørðin og Sandoyartunnulin sum dømi. Tað hevði eingin droymt um fór at bera til.


Tað er tann vegin vit skulu ganga fyri at loysa henda trupulleika.

Á løgtingi 19. september 2018
Hilbert Elisson