Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Hvussu gongur við amboðnum Førleikameting?

2014-11-14 21:13

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um førleikameting, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Nær er ætlanin at søkja eftir fólki til at samskipa førleikameting?

2. Hvussu er ætlanin at førleikamenna øll tey, sum skulu vegleiða til og fremja førleikameting í øllum teimum skipanunum, sum løgtingslóg um førleikameting fevnir um – t.e. faklærarar, lestrarvegleiðarar v.m?

3. Er ætlan um at seta førleikametingargrunn á stovn? Um ja, nær?

4. Hvør er orsøkin til, at játtanin til Yrkisútbúgvingarskrivstovuna bert er hækkað við 250 t.kr. í uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri 2015 við tilvísing til samskipara til førleikameting, og upphæddin ikki verður hækkað fylgjandi fíggjarár, tá tilmælið er eitt fult starv til at røkja uppgávuna?

Viðmerkingar:

15. mai 2014 samtykti Løgtingið lóg um førleikameting. Upp á fyrispurning um førleikameting frá Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu, á heysti 2013 svaraði landsstýrismaðurin soleiðis: ”Um lógin verður samtykt í Løgtinginum í vár, verður samskipari eftir ætlan settur at íverkseta skipanina, soleiðis at skipanin fæst at virka fyri árslok í 2014.” Undir orðaskiftinum til 1. viðgerð av málinum kom fram, at samskiparin skuldi setast sama summar ella tíðliga á heysti í inniverandi ári.

Um førleikamenning fyri tey, sum skulu gera førleikameting, varð sagt: “Eisini skulu fakfólk, ið skulu gera førleikametingina, førleikamennast. Ein partur av hesari menningin kann fara fram, samstundis sum tey fyrstu verða førleikamett, men hugsast kann, at onnur tiltøk eisini eru neyðug, t.d. at lestrarvegleiðararnir á yrkisskúlunum skulu mennast í sambandi við íverksetan av einari slíkari skipan.”

Tilmælið, sum liggur til grund fyri føroysku lóggávuni, mælir til, at lóggávan skal geva ófaklærdum møguleika at taka yrkisútbúgving og/ella miðnámsútbúgving og hægri útbúgving. Sambært § 3 í lógini sjálvari frá mai 2014 fevnir hon um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, yrkisútbúgvingar, støðisútbúgving innan tøkni, frítíðarundirvísing, stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum, útbúgving av manning á skipum o.ø., støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, heilsuútbúgvingar og um løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya. Og í álitinum stendur, at teir einstøku útbúgvingarstovnarnir skulu skipa fyri vegleiðing og kunning og seta í verk skipanir og mannagongdir fyri førleikameting. Tí kann tað undra, at landsstýrismaðurin í nevnda svari bert umrøður, at fakfólk og vegleiðarar á yrkisskúlum skulu mennast til eitt tilboð, sum borgarar sum útgangsstøði skulu kunna fáa í øllum hesum skipanum.

Í álitinum um førleikameting og førleikamenning eru metingarnar av kostnaðinum fyri at seta í gongd førleikameting: 500 t.kr. til starvið, 100 t.kr. til kunningartilfar og heimasíðu og 30.000 t.kr. til at førleikamenna lærarar. Hækkingin á kontuni hjá Yrkisútbúgvingarskrivstovuni til endamálið – sbrt. uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri 2015 er 250 t.kr.

Út frá hesum ivamálum og viðurskiftum verða spurningarnir settir landsstýrismanninum.

 

Á Løgtingi, 14. november 2014

Hanna Jensen