Hvør ynskir ikki trivna og vøkstur í sínum deiliga býi ?

2012-11-06 21:54

Hvør ynskir ikki trivna og vøkstur í sínum deiliga býi ?


Ja tað skuldi næstan veri løgið at ynskt nakað annað fyri sínar felags borgarir.

Eg føli tað sum mína ábyrgd at royna møguleikan innan býráðs politikk og vita um eg klári at fáa mína ávirkan á okkara deiliga bý. Ábyrgd seta summi møguliga spurnartekin við, men ja, sum mína ábyrgd føli eg tað sum, tí eg trúgvi at eg klári og vil gera mína ávirkan galdandi í næsta býráði, serliga leggi eg dent á trivna hjá fólkið, familjur, stovnar, ungdómurin og mentan.

Hvat vil eitt par ið er um 25, 35 ja ella 45 ár gera um kvøldarnar ?

Tað verður allarhelst til at hugna sær við børnum (um tey hava tað) so í song. Og hvussu verður vikuskifti hjá teimum ? Ja nokk tað sama.

Fáa tey (ommu og abba) at ansa eftir unglingum sínum ja so fara tey nokk út ein túr, hvar fara tey ? Eitt skeinki stað ? Biograf ? Livandi tónleika tiltøk ? Listar tiltøk ?

Sanniliga haldi eg at tað er týdningarmikið at menna okkara mentarliga umhvørvið í Klaksvík so at fólk og ung hava tiltøk at fara til!

Nógv veit man manglar og man veit at stuðul ikki altíð verður givin frá samfelagnum

Fyri at nøkta borgararnir má trivnaður raðfestast hægri. Trivnaður fevnir um so nógv. Vinnu viðurskiftur, mentirnar viðurskiftir, ítróttar viðurskiftur, náttarlív samkomur, barna ansing og mangt annað.

Eitt gott uppskot er komið ið eg havi lisið frá Jógvan Skorheim úr Sjálvstýris flokkinum, um at minka kostnaðin á bráðna ansing fyri hvørt barn, hettar er nakað eg takið fult undir við og vil gjarna sleppa at arbeiða saman við honum á hesum øki.

Eisini hevur Atli Steinbjørn Justinussen tosað nógv um norðhavnuna og tað er eisini eitt arbeiði eg gjarna hevði vilja sloppið at arbeitt við.

Eisini hevur Jóhann Lütsen tosa um nýbygging av skúlanum á ziskatrøð og tað er eisini eitt mál eg hevði vilja arbeitt við. So at siga er tað nógv eg hevði vilja arbeitt við í býráðnum um eg fekk tykkara stuðul.

Eitt ið eg vil lova at arbeiða við, er at menna um trygdina í Klaksvíkar kommunu, har við at betra om gongubreytir har ið tað manglar og veg arbeiði.

Eg vil hava hjartastartarar vera settir upp í øllum bygdum, kaj økum og felags økum. Flest øll kenna saknin við at missa og tað er nakað ið vit ikki sleppa undan! Men vit kunnu so í hvørfall betra um møguleikarnir hjá viðkomandi ið er í lívsvanda við at seta hjartastartarir upp á økum í okkara kommunu


Erland Sivertsen – Valevnið Tjóðveldis til býráðsvalið í Klaksvík


Vitandi at tað ikki verður eitt lætt arbeiði men tórført, skal eg staduvekk arbeiða fyri tí !