Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvør verjir okkara veiku starvsfólk

2020-03-19 05:36

Jú, vit skulu øll vera ansin í hesum korona tíðum og taka ábyrgd. Tað eru annars nógv fólk, sum eru til arbeiðis hvønn dag og sum sjálvið eru í vandabólkum, av ymiskum heilsuligum áðum. 

Sjálvandi eru vit øll í vanda, ikki soleiðis meint. Men, tað eru nógv starvsfólk, sum eru meira í vanda enn onnur og ikki tola eina korona smittu. 


Er tað nú øll, sum vara av hesum starvsfólkum t.e almennar og privatar leiðslur, sum hugsað um hesu starvsfólk. Her hugsið eg um starvsfók, sum arbeiða hvønn dag, og sum sjálvið eru veik og sum vit øll vita eru i serligum vanda av hesari heimsumfatandi korona smittu.


Hví ikki verja hesu starvsfólk og geva teimun frí frá arbeiði. Avspàk e.l. Her hugsið eg um fólk, sum enn eru í arbeiði, og eru rakt av sukurskjúku, lungasjúku, nýrasjúku, epilepsi, hjartasjúku, krabbamein osfr.


Hvar og hvussu er teirra støða í dag, jú tey eru í enn størri vanda, enn nakrantíð. Hugsar nakar um tey, og eg veit tey føla enn samfelagssinn og eru enn nógv teirra til arbeiðis, meir ella minni til dags dato. 


Vit vita øll, at tad eru nógv fólk sum sjálvi eru sjúk av ymiskum orsøkum, og vilja arbeiða hóast ymiskar sjúkur og brek. Stórt rós og respekt herfrà fyri tí, sjálvsagt. 


Hesu hava tikið og taka framvegis teirra ábyrgd í okkara samfelag. Og gera tað enn. Hvar er mynduleika samfelagssinni hesum víðvíkjandi. 


Arbeiðsgevari kennir tey ivaleyst best. Men, tora tey sjálvið at siga frá. " At tey eru viðbrekin og í vanda fyri hesari korona sjúku". Nei, neyvan siga tey øll frá. 


Her eigur tann almenni mynduleikin, at ganga undan og verja hesu framúr starvsfólk.

Levi Mørk