Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvør skal rinda fyri avlýstu námsferðina?

2020-03-06 15:02

Tað var rætt av rektaranum á Glasi at avlýsa námsferðina til París. Tí hatta var skúlatíðini. Tað var partur av undirvísingini. Ábyrgdin var hansara.

Tá tilmælið í gjárkvøldið bleiv, at ein skuldi vera "sera ansin" um ein fór til Fraklands, var bara eitt hjá rektaranum at gera. Tí um onkur av teimum yvir 300 fólkunum ikki hevði verið "sera ansin" og kom aftur við smittuni, er eingin ivi um, hvør hevði fingið skyldina. Tað hevði rektarin.

Tí mátti rektarin vera "sera ansin" sjálvur - og avlýsa.

Men málið kann ikki steðga her.

Fyri tað fyrsta: Næmingarnir hava sjálvir rindað fyri túrin. Og tað vóru ikki teir, sum avlýstu.

Fyri tað næsta: Rektarin segði við útvarpið í morgun, at hann hevði viðgjørt støðuna saman við landsstýrinum í gjárkvøldið. Hevur landsstýrið mælt honum til at avlýsa, hevur landsstýrið eisini ábyrgd av avgerðini.

Fyri tað triðja: Námsferðin bleiv ikki avlýst fyri at verja tey ungu. Corona er púra vandaleyst fyri ung fólk. Tað snúði seg um at fyribyrgja, at onkur hevði virusið við sær heim, og smittaði onnur. Mann kann siga, at rektarin (og kanska landsstýrið) tók eitt spennandi upplivilsi frá teimum ungu fyri at vera onnur. Eitt upplivilsi, sum tey ungu høvdu rindað fyri.

Spurningurin er: Hvør skal rinda?

Avgerðin um at avlýsa var ikki tikin fyri at verja næmingarnar. Og teir tóku hana ikki.

Skúlaleiðslan tók hana - helst eftir tilmæli frá Landsstýrinum. Endamálið var at verja eldri fólk í Føroyum, fyri at verja okkara heilsuverk og fyri at verja okkara búskap.

Næmingarnir hava góðar grundgevingar fyri, at teir ikki einsamallir skulu bera kostnaðin.