Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvør lumpaði landsstýri í spurninginum um at einskilja Atlantsflog?

2014-02-17 14:55

Einskiljingargongdin er enda við at kosta Atlantsflog milliónir, og felagið er nú eisini viknað munandi fíggjarliga. Spurningurin er nú, hvør lumpaði landsstýrið í spurninginum at einskilja Atlantsflog í síni tíð? Fólkaflokkurin (les fyrrv. landsstýrismaðurin), leggur ábyrgdina á øll hini. Tað er ikki hissini ákæra, so er tað ikki meira enn rímiligt, at vit fáa at vita hvørji hini eru, sum góvu lyfti um at einskilja 66%; hvussu lyftini vóru orðaði, hvørji fólk atkvøddu fyri lyftunum, og ikki minst, hvørji fólkini eru, sum lupu frá givnum avtalum/lyftum. Politiska trúvirðið er skatt og má endurreisast. 

Uttan mun til hvat endamáli var við at einskilja Atlantsflog, og uttan mun til hvussu væl einskiljingin var fyrireikað og skipað, so stendur tað eftir at arbeiði, at einskilja AA var ikki nóg væl úr hondum greitt.

Veruleikin tykist at verða tann, at alt Føroya land og útlendskir íleggjarar og øll politiska skipanin, var drigin uppá tráð í spurninginum um at einskilja AA, og tí er tað ikki heilt rætt at skuldseta allan Fólkaflokkin fyri hesa støðu, sum flokkurin í veruleikanum einki kundi gera við.

Ikki Fólkaflokkurin , men fyrrv. landsstýrismaðurin

Tí  er tað spell, at leggja ein heilan flokk undir at vera orsøkin til hesa støðu. Fólkaflokkurin, sum flokkur, átti ongan lut í hesi søk, men tað var fyrrv. landsstýrismaðurin og Vinnumálaráði, sum hann ábyrgdaðist fyri, sum er orsøkin til hesa støðu. Trupulleikin hjá Fólkaflokkinum er sjálvandi tann, at fyrrv. landsstýrismaðurin eisini er fólkafloksmaður.

Teir tingmenn fólkafloksins, sum veruliga arbeiða eftir einskiljingarleisti Fólkafloksins t.d. Rodmundur Nielsen, tingmaður, eiga ikki av sær sjálvum, at vera partur av júst hesum arbeiði. Tað hevur hann eisini víst í verki, og hevur havt greiðar og góðar meiningar um einskiljingar av ávísum almennum tænastum.

Breið politisk semja?

Upp í saman hevur fyrrv. landsstýrismaðurin í vinnumálum ført fram, at breið politisk semja var um at einskilja 66% ella 2/3 av Atlantsflog, men at “politiska skipanin helt ikki samtyktir og givin lyftir”.

Hetta eru hørð orð, ikki hissini ákærir  at brúka um sínar fyrrv. samstarvsfelagar, og tí er neyðugt at fyrrv. landsstýrismaðurin og Vinnumálaráð hansara, greitt svara hesum spurningum:

1)            1)  Hvat var samtykt, hvussu vóru samtyktirnar orðaðar?

2)            2)  Hvussu nógvar atkvøður vóru fyri, og hvør atkvøddi?

3)            3)  Hvørji skriftlig lyftir vóru givin, og hvussu vóru tey orðaði?

4)           4)  Hvørji fólk góvu lyfti um at einskilja 66% av P/F Atlantsflog, og runnu undan givnum lyftum?

Nú mugu kortini á borði, og vit mugu fáa greitt svar uppá hesar spurningar.

Soleiðis sum úrslitið fyriliggur

Veruleikin tykist púra greiður, at arbeiði hjá fyrrv. landsstýrismanninum og Vinnumálaráði hansara um at einskilja Atlantsflog ongantíð politiskt hevur verði væl skipað, og ongantíð við eini væl ætlaðari menning av AA fyri eyga, og at tann eygleiðingin bert hevur verði í hugaheiminum hjá teimum sjálvum.

Helst ongantíð meiriluti

Soleiðis sum skjalatilfari í dag er greina og upplýst, hevur ongantíð verið meiriluti fyri at heimila landsstýrismanninum at einskilja 66% av P/F Atlantsflog, hvørki í landsstýrinum ella í politisku skipanini. Talan er heldur um eina meting, sum fyrrv. landsstýrismaðurin og Vinnumálaráð hansara hava gjørt sær av spurninginum um at einskilja, og sum nú hevur fingið katastrofalar fylgir fyri fíggjarligu støðuna hjá Atlantisflog, landskassanum, útlendskum íleggjarum og ikki minst brúkarunum av rutunum hjá Atlantsflog.

Tað vekir ans

Tað vekir tí ans og undran, at fyrrv. landsstýrismaðurin og Vinnumálaráð hansara tóku støðu til at leggja “Løgtingsmál nr. 76/2005: Uppskot um at einskilja P/F Atlantsflog”, fram. At einskilja 33% av partapeninginum í Atlantsflog gav ongantíð nakra meining. Tað er tí eisini neyðugt skal ikki ógrundaður illgruni hanga í leysum lofti at spurningarnir verða svaraðir, og at fyrrv. landsstýris-maðuri og Vinnumálaráð hansara verða reinsaði, ella ákæran og ábyrgdin móti øllum hinum verður verður staðfest - ella dømd deyð at verða. Hvør lumpaði landsstýrið í spurninginum um at einskilja Atlantisflog?

Lasse Klein