Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvør hevur ábyrgdina av Karlmangnusarbreyt?

2020-04-08 15:19

Tórshavnar kommuna er komin í eina markáttliga støðu, tey hava bráðliga funnið útav "at den med Karlmagnusarbreyt er ikke så god" Tí spyrja tey okkum. Góðu borgara, vit vita ikki, hvat vit hava gjørt við Karlamagnusarbreyt, ti koma vit til tykkum.

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni:. www.torshavn.fo

"Tórshavnar kommuna hevur í staðin fyrireikað eina talgilda kanning, har tit kunnu skráseta tey viðurskifti á Karlamagnusarbreyt, ið tit halda skulu betrast.

Hvat halda tit um ferðslutrygdina og møguleikarnar fyri parkering?
Hvat kann gerast fyri trivnaðin?
Er tørvur á at skipa fríøki?

Harafturat verður arbeitt við at skipa Torgið við Hoyvíkar kirkju og ítróttarøkið við Hoyvíksvøll.

Tykkara vitan er sera týdningarmikil, soleiðis at umsitingin hjá kommununi kann menna økið við støði í tykkara upplivingum."

TIT EIGA ÁBYRGDINA! Tí mugu tit eisini koma við eini loysn, ella er hatta ein annar háttur at skák sær undan ábyrgd. So um nøkur ár kann kommuna siga, nei, uppskotið um økið runt Karlamangusarbreyt kom frá borgarnum.

Hvar eru býráðslimir !- Sita øll 13 og bara góðtaka hetta sum fer fram við Karlamagnusarbreyt.?

Eg vóni ikki, at  søgan um Karlmagnusarbreyt, fer at endurtaka seg aðrarstaðini í Kommuni.


Gleðiligar páskir