Hvør er ungdómsins rødd ?

2012-11-10 23:51

Eru flokkar, ið vit skulu nevna, tá vit fáa henda spurning? Hvør veit, hvat er rætt fyri øll?

Dentur verður ikki lagdur á flokspolitikk til eitt kommunuval – hvør veit, hvat er rætt fyri øll ?! Ongin!

Meiriluti má altíð vera fyri at fáa ávirkan og semju, men hví hoyra vit bert kommunurnar seta borgaran í fokus 4. hvørt ár og ikki hini 3?

Øll følsk sum inn í helviti øll hini árini! Ja synd er tað – harafturat er tað stór skomm, at vit sum borgarar taka undir við hesum. Tíðin er komin at reisast og gera mun. Eg eri nýklaktur politikari og havi kanska ikki besta innlit í øll mál, ið eru í kommununi nú, men eg haldi sjálvur, at eg eri besta boðið hjá ungdóminum í Klaksvíkar kommunu at fáa inn í býráðið. Vit kunnu øll semjast um, at vit ynskja okkum ymisk ting í Klaksvík, og tað er torført at gera øllum til vildar – ynskini er jú so ymisk. Eg vil bert gott fyri býin, og vil gera mítt besta, fyri at umboða tína atkvøðu til mín.

Eitt mál eg sanniliga ynski at arbeiða við, er at Klaksvík skal hava ein mentarnarmiðdepil, har vit kunnu savnast til ymisk tiltøk – vísa mynd og filmslist, hava livandi tónleik og mangt mangt annað. Eisini kundu vit sannført okkara landspolitikkarar, til at stuðla okkum til at seta fokus á altjóða háskúlamál, og fáa fólk til Føroya á ymisk skeið o.a..

Eg tori at standa fast við mítt, um so tað er at eg standi einsamallur!

Minnast skulu vit til at Klaksvíkar kommuna ikki bara er Klaksvík men eisini Norðoyri, Árnafjørður, Ánir, Mikladalur, Trøllanes og Svínoy og vit skulu umboða øll!

Fyrigevið mær mín málburð, men oftast kemur tað ikki ígjøgnum uttan at verða hvassorðaður.


Eg eri fyri teg

Erland Sivertsen