Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvør ella hvat stýrir Johan Dahl?

2020-06-24 14:51

Kanska er tíðin bara komin hartil, at vit sum borgarar í hesum landi fara at kalla ein spaka fyri ein spaka og krevja av politikkarum, at teir svara soleiðis fyri seg, at vanlig fólk skilja tað.

Tá ið svar uttan meining, manipulatiónir, hálvar og heilar lygnir gerast partur av politiskari argumentatión og tískil eisini av politiskum viðgerðum og avgerðum, so eiga vit at seta okkum spurningin: Hvør skrivar handritið og hvør er leikstjóri – hvør sveiggjar taktstavin í Føroyum?

Føroysk fiskivinna – okkara høvuðsvinna – hevur síðani 2010 verið voks í einum maskinaríi, sum fá vita, hvør tað er sum stýrir. So hissini fær løgtingið okkurt at fyrihalda seg til, men hvat endamálið er, er trupult at fáa eyga á.

Eitt gott dømi um henda problematikkin er tað, sum fyrigongur í løgtinginum nú um dagarnar, men læt okkum fara nakrar mánaðar aftur í tíðina.

---------------------

Johan Dahl er næstformaður í Vinnunevndini, men umboðar meirilutan (samgonguna)

Tann 17. desember 2019, t.v.s. langt eftir, at allir hoyringarpartar, herundir umboð fyri bólk 4 A og B, vóru farnir úr Vinnunevndini, leggur Johan Dahl fram eitt broytingaruppskot til sjófeingislógina.

Ein av broytingunum er soljóðandi:

- Í § 19, stk. 1, nr. 2 [bólkur 3] verður “2.029 fiskidagar” broytt til: “2.208 fiskidagar”

- Í § 19, stk. 1, nr. 3 [bólkur 4 A] verður “791 fiskidagar” broytt til: “861 fiskidagar”

- Í § 19, stk. 1, nr. 4 verður [bólkur 4 B] “1.437 fiskidagar” broytt til: “1.564 fiskidagar”

- Í § 19, stk. 1, nr. 5 verður [bólkur 4 T] “1.178 fiskidagar” broytt til: “1.584 fiskidagar”

Hækkingin uppá uml. 9 % eru teir eru sokallaðir buffaradagarnir, sum við hesum verða umlagdir til vanligar fiskidagar. Men fyri bólk 4T er ikki talan uppá eina hækking uppá 9%, men uppá 34,5 %. Í einum høggi leggja Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen (minnilutin) sostatt upp til, at dagarnir hjá bólki 4 T ikki økjast við 106, men 406 fiskidøgum.

Í viðmerkingunum sigur Johan Dahl m.a.:

Harumframt verður dagatalið hjá bólki 4T stillað, so tað samsvarar við fiskidagarnar, sum fiskifør í bólkinum hava brúkt í 2019. Tá eru fiskidagar, ið fiskifør í bólki 4T hava fiskað fyri aðrar bólkar, íroknaðir (talan er um dagar úr bólki 2, sum bólkur 4 T hevur brúkt í 2019 og sum fella aftur til bólk 2, tá ið nytt fiskiár byrjar, ÓJ).

Viðmerkingin er beinleiðis villleiðandi. Antin veit Johan Dahl ikki betur og tað er sjálvandi ein trupulleiki í sær sjálvum, ella veit Johan Dahl betur, men manipulerar – og so er tað sjálvandi ein uppaftur størri trupulleiki. Uttan mun til hvat, so verða tvinni viðurskifti tagd burtur.

- Dagar verða als ikki fluttir úr bólki 2 til bólk 4T! Dagatalið hjá bólki 2 er effinett tað sama í 2020 sum í 2019 – so í roynd og veru talan um 300 nýggjar fiskidagar óansæð

- Hóast uppskotsstillararnir við hesum tveita 300 nýggjar fiskidagar inn í skipanina, so nevna teir ikki eitt orð um økta veiðitrýstið, sum bólkur 4T hereftir leggur á toska- og hýsustovnarnar

Við hesum vil man eisini hava løgtingið at lóggeva einum bólki frammihjárætt til toska- og hýsutilfeingi á landgrunninum fram um aðrar, t.d. bólkarnar 4 A+B og bólk 5. Hettar er púra óhoyrt í viðgerðum, har lívfrøðilig viðurskifti ikki er ein partur av tí, sum verður viðgjørt.

Men Johan Dahl steðgar ikki her. Aftur tann 21. desember 2019, t.v.s. hesa ferð millum aðru og triðu viðgerð av lógini um sjófeingi, og tískil langt eftir, at allir hoyringarpartar vóru farnir av Tinghúsvegnum, løgdu Johan Dahl, Beinir Johannesen, Jákup Mikkelsen enn eina ferð fram eitt broytingaruppskot, hesa ferð saman við Erhardi Joensen.

Í § 22 verður sum stk. 3 sett:

“Landsstýrismaðurin skal í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli lata persónum ella feløgum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 19, stk. 1, nr. 2, makrelkvotu, og persónum ella feløgum, sum í 2019 høvdu rætt til fiskiloyvi sambært kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðunum, makrelkvotu.”

Á vanligum máli merkir hetta, at eigarar av fiskiførum, sum høvdu eina góðkenning sum línu- og garnaskip, nú fingu eina makrelkvotu. Allir fingu – eingin munur bleiv gjørdur á eigarum av fiskiførum, sum vóru vinnuliga virknir, og eigarum av fiskiførum, sum vóru vinnuliga ó-virknir.

Tað vil siga, at Johan Dahl í tveimum umførum, eftir at allir hoyringspartar (og pressa) vóru farnir av Tinghúsvegnum, rættuliga er farin til arbeiðis. Trupulleikin er, at einki samsvar er millum orð og gerðir hjá Johan Dahl.

Í Degi & Viku tann 13. januar 2020 staðfesti Fróði Eidesgaard, eigari og skipari á fiskifarinum m/b Fiskivarði, at hansara fiskifar við manning var dottið burtur ímillum í samband við politisku makrelútlutanina beint fyri jól.

Í sama innslagi staðfesti Johan Dahl:

- ”Tað, sum opinbart er hent, er, at bólkur 4 B er gliðin burturímillum ... eg trúgvi, at eingin hevur hugsað um tað, tí tað var ein rúgva av hoyringum (40) ...

- Tað vóru umboð fyri allar bólkar inni ... tað, sum undrar meg, er, at eingin av teimum, sum vóru inni og sum umboðaðu handan bólkin, nevndu hann ... og tí hava okur í øllum tí stressinum, sum hevur verið, ikki hugsað um hann ...”

Lat okkum bara kalla ein spaka fyri ein spaka: hetta er ein lodrøtt lygn, sum Johan Dahl vartar upp við aftur hesa ferð.

Johan Dahl legði hetta uppskotið fram millum aðru og triðu viðgerð, meira enn ein mánað eftir, at seinasti hoyringarparturin, herundir umboðið fyri bólk 4 (húk) var farin av fundi í Vinnunevndini.

T.v.s., at tá Johan Dahl forkláraði seg í Degi & Viku tann 13. januar 2020, so visti hann fullvæl, at hann dró Føroya fólk upp á tráð.

Hetta konfronteraði undirritaði eisini Johan Dahl við í einum lesarabrævi beint eftir Dag & Vikusendingina 13. januar, men hetta hevur Johan Dahl sjálvandi onga viðmerking havt til. Tá ið vandi er fyri, at myrkaspælið verður avdúkað, so velur Johan Dahl tøgnina ...

Nú skuldi ein sjálvandi roknað við, at Johan Dahl beinan vegin, tá høvi aftur beyðst, fór at rætta uppá tað, sum hann sjálvur kallar ”gloymsku ella at verða gliðin burturímillum” – soleiðis at bólkur 4, herundir Fiskivarði, Fróði Eidesgaard og manning hansara, fekk tær sømdir, sum Johan Dahl harmaðist um, at hann ikki hevur fingið.

Men tað ger Johan Dahl ikki. Tvørtur ímóti! Bólkur 4, herundir m.a. Fiskivarði, Fróði Eidesgaard og manning hansara, fær ongan makrel – og ikki nóg mikið við tí, so tekur Johan Dahl undir við, at farið verður á ránsveiðu eftir fiskidøgum í bólki 4 (bólkinum hjá Fróða Eidesgaard) fyri at lata bólki 3!

Hetta prógvar bara, at aftanfyri fagurlætið hjá Johan Dahl í Degi & Viku krógvaði seg ein loddrøtt lygn og ein dagskrá, sum Johan Dahl ikki avdúkar:

- Bólkur 4 A+B fekk ongan makrel at styrkja seg við í kappingini við aðrar um toskin og hýsuna

- Bólkur 4 A+B fekk ikki eins og bólkur 4T 300 nýggjar fiskidagar frammihjá

- Við fyriliggjandi uppskoti, so tryggjar Johan Dahl hinvegin, at bólkur 4 B og harvið Fróði Eidesgaard verður skorin í sínum rásarúmi fyri at framtíðartryggja virksemið hjá sínum felag, tá ið endalig avhendan av fiskidøgum kann fara fram úr bólki 4 (húk) til bólk 3.

Kanska fer Johan Dahl eina ferð enn at taka okkum á bóli. Kanska fer hann saman við Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen aftur at leggja eitt uppskot fram millum aðru og triðu viðgerð, men hesa ferð við tí endamáli at javnstilla eigarar av fiskiførum í bólki 4 A+B við aðrar, ikki minst tá tað kemur til makrel og frammihjáfiskidagar.

Johan Dahl og skatting
Allur serkunnleiki í landinum er seinastu tíðina biðin um at gera viðmerkingar til eitt lógaruppskot, sum Johan Dahl var við at seta á skrá. Eingin endalig avhending av rættindum kundi fara fram, fyrr enn ein lóg um skatting av vinningi av endaligari avhendan av veiðirættindum var vorðin samtykt.

Øll ganga sjálvandi út frá, at tá eitt lógaruppskot kemur í tingið, so hevur tað eitt ávíst endamál – at miða verður eftir nøkrum ávísum. Øll taka tískil fyri givið, at samsvar er millum tað, sum fram-gongur av endamálinum og tað sum fer at verða fevnt av samtyktu lógini.

Men hvat er egentliga endamálið við skattalógaruppskotinum? Er veruliga endamálið at skatta vinning av sølu av veiði- og fiskirættindum ella er hetta bert eitt royktám fyri at kunna gjøgnumføra tær avhendingarnar, sum longu liggja í hinum lógaruppskotinum, sum løgtingið skal viðgerða í dag?

Er endamálið so simpult sum tað, at skattauppskotið (og the rumble in the jungle, sum hevur staðist av tí) bara er eitt amboð, sum skal tryggja, m.a.:

- at makrelkvotan, sum Johan Dahl læt eigarunum av garna- og línuskipum skal kunna umsetast til reiðan pening

- at dagarnir úr bólki 4 (húk) endaliga verða fluttir til bólk 3 og

- at fiskidagar í bólki 2 verða endaliga verða avhendaðir til bólk 4 T ...?

Veit Johan Dahl egentliga, hvat tað er hann viðgerð? Uttan mun til, hvat Johan Dahl ger (um hann fer at taka okkum á bóli ella ikki), so stendur eftir spurningurin: Hvør er motivatiónin hjá Johan Dahl? Ella er Johan Dahl bert ein marionettdukka?

Vónandi bleiv Korona-farsóttin og poting ikki en ómakaleys útvegan av valuta fyri atkvøðuna hjá Johan Dahl í hesum máli – potingina og atkvøðuna, sum tú og eg nú gjalda fyri?

Johan Dahl svaraði ikki seinast, men hann skal vera meira enn vælkomin at svara fyri seg

Óli Jacosben
Argir




Talva A.pdf   Skjal 1. Talva við ásettum fiskidøgum (kelda: Vørn)

Talva B.pdf   Skjal 2. Forskjótingar av rættindum innan bólkarnar 3, 4 A+B, 4 T og 5

Talva C.pdf  

VØRN hagtøl.pdf