Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvør eigur børnini, sum krevja meir?

2020-10-14 16:46

Tann unga kvinnan kíndi búkin. Nú varð tað skjótt. Verkirnar vóru byrjaðar, og leiðin gekk á føðideildina. Hóast hon visti alt um andadráttir og føðifastur, gekk ikki alt sum ætlað. Móðir og barn mundu doyð, men læknarnir bjargaðu møðgurnar. Tær livdu.

Dótturin græt meir enn hini børnini. Hon mentist seinri. Tá hini børnini í mammubólkinum lógu á búkinum og hugdu upp á hvønn annan, megnaði hennara barn ikki at lyfta høvdið. Hon legði skjótt til merkis, at alt ikki var, sum tað átti at vera.

Tað vísti seg, at barnið var førleikaskert. Tað var tó ikki tað ringasta. Barnið var hennara eitt og alt, og hon elskaði tað, just sum tað var.

Tað ringasta var kenslan av, at heimurin steðgaði at mala. Foreldrini vóru einsamøll um barnið. Kommunan kundi bert bjóða barninum pláss á vanligum dagstovni. Almannaverkið kundi ikki hjálpa. Hetta var ein kommunal uppgáva. Foreldrini tóku av teimum tilboðunum, sum kommunan bjóðaði teimum, men tað var vist, at barni mistreyvst. Barnið vildi knappliga ikki eta, svav ikki nóg væl og græt nógv.

Tað var ilt at síggja, hvussu kommunan hjálpti. Barnagarðurin fekk nakrar eyka normeringstímar, men barnið fekk ikki ein fastan stuðul. Ofta var tað ein ungur avloysari, sum hevði ábyrgdina av barninum. Foreldrini høvdu ikki álit á tey val, sum kommunan tók teirra vegna.

Tey tóku sakina í egnar hendur. Mamman gavst at arbeiða og søkti almannaverki um mista inntøku. Stríðið við barninum tók hart upp á foreldrini, og tey fóru hvør til sítt. Stóribeiggin gekk til sálarfrøðing. Hann hevði fingið staðfest strongd. Nakað, sum man ofta sær hjá systkjum hjá fjølbrekaðum børnum.

Hetta kundi verið øðrvísi. Betri. Um kommunan hevði eina ætlan til, hvussu børn við skerdum førleikum og teirra familjur skulu takast ímóti.

Søgan er fiktiv, men hon kundi tað sama verið sonn. Sannleikin er, at tað finst eingin stovnur ella fyrisiting, sum “eigur” hesi børnini í kommununi. Sostatt er tað sum oftast upp til tí raktu familjuna at finna loysnir, sum tey muga søkja um. Børn við tilfeingisríkum foreldrum og familju fáa ofta betri viðgerð og hjálp enn aðrar familjur, ið ikki orka at rópa varskó og krevja sítt.

Hetta skal broytast framyvir!

Katrin Jacobæus

Valevni fyri Tjóðveldi til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu