Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvønn skulu foreldur venda sær til?

2021-09-29 13:42
Stúrin foreldur hava varpað ljós á, at bíðilistarnir hjá psykiatriini eru ov langir, og tey eru í iva um, hvønn tey skulu venda sær til, tá tey eru stúrin um menningina hjá barninum. Er tað framvegis Sernám, ið foreldur og starvsfólk á barnaøkinum skulu venda sær til, spyr Eyðgunn Samuelsen.

Seinastu tíðina eru bíðilistarnir hjá psykiatriini øktir sera nógv - frá 183 børnum í 2019 til 306 í 2020.

Sambært leiðandi yvirlæknanum á psykiatriska deplinum er tvífaldingin av bíðilistanum tekin um, at børnini verða gjørd sjúkari enn tey eru, og at nógv av teimum áttu at verið tikin hond um aðrastaðni í skipanini. Langi bíðilistin kann tí vera við til, at tey børn, ið hava brúk fyri skjótari hjálp, koma at bíða alt ov leingi.

Sernám skal standa fyri greiningini og taka avgerð, um barnið skal vísast til psykiatriska depilin til diagnostisering. Samstundis eru foreldur í iva um, hvønn tey skulu venda sær til, tá tey eru stúrin um menningina hjá barninum, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Fyri at fáa staðfest, hvør mannagongd er galdandi, hevur Eyðgunn sett fyrispurning til landsstýrismannin um málið.

Les meira her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9762