Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hví velur tú tann politikaran, tú velur?

2019-08-29 17:06

Nú løgtingsval verður leygardagin, havi eg hug at seta nakrar spurningar til øll tey, ið ætla sær á val at gera sína demokratisku skyldu og seta sín kross. Um tú ikki heilt hevur tikið støðu enn til, hvønn tú skalt velja, kunnu spurningarnir kanska hjálpa tær at seta krossin á rætta stað. Og um tú HEVUR tikið støðu, er spurningurin ikki, HVAR tú fert at seta krossin, men heldur: Veitst tú, HVÍ tú setur krossin har, tú setur hann? Hevur tú hugsað um, hvussu tað ber til, at tú velur júst tann politikaran?

"Ja, sjálvandi havi eg hugsað um tað", svarar tú kanska. Men gert tú nú eisini tað? Eg havi hug at grava eitt sindur djúpri og biðja teg hugsa um, hvussu tú hevði svarað spurningunum niðanfyri. Og ver nú heilt ærlig/ur, tá tú svarar:

Veitst tú orsøkina til, at tú velur ein ávísan flokk? Ella velur tú flokkin av gomlum vana uttan at skeinkja tí stórvegis tankar hví? Kanska tí familjan hjá tær altíð hevur valt tann flokkin? Ella tí tú altíð hevur verið von/vanur við at hildið við tí liðnum móti hinum liðnum og vil ikki svíkja títt lið? Metir tú, at tað, at halda við einum liði móti einum øðrum (næstan sum ein trúgvur fótbóltsfjeppari heldur við sínum liði), er nóg gott grundarlag fyri at velja rætt?

Velur tú við hjartanum ella velur tú við heilanum? Við øðrum orðum: Velur tú ein politikara, tí tær dámar hann ella hana sum persón (t.d. tí tú heldur viðkomandi vera dámligan ella tí hann/hon dugir væl at seta mótpartar uppá pláss og virkar sterk/ur, ella tí tú veitst, at onnur fólk, sum tú hevur virðing fyri, velja viðkomandi)? Ella velur tú politikaran, tí tú veitst júst, hvat fyri politikk viðkomandi stendur fyri? Veitst tú akkurát, hvørji hjartamál viðkomandi politikari hevur?

Um vit eina løtu síggja burtur frá problematikkum sum vinstra vs. høgra, loysing vs. samband og sekularisering vs. átrúnað sum vegvísara, so ber til at siga, at allarflestu politikararnir eru samdir um og geva vallyfti so sum t.d., at:

  • vit skulu geva vinnuni umstøður til at virka so optimalt sum gjørligt
  • vit skulu royna at fáa fleiri bein at standa á vinnuliga
  • vit skulu styrkja heilsuverkið og tryggja teim sjúku og veiku betri atgongd til viðgerðir
  • vit skulu styrkja eldraøkið og geva pensjónistunum betri kor
  • vit skulu taka betur hond um okkara børn og ungu og styrkja dagstovnaøkið
  • vit skulu betra um skúlaverkið og útbúgvingarmøguleikar í Føroyum
  • vit skulu ansa betri eftir umhvørvinum
  • vit skulu hava eitt gott og trygt infrakervi við góðum og væl viðlíkahildnum vegum, tunlum og brúm
  • vit skulu hava javnstøðu bæði fyri kvinnur og menn
  • osfr.

Hetta siga næstan allir politikarar seg ganga inn fyri - og lova veljarunum. Tað ber illa til at vera ósamd/ur í tí, tá ein politikari førir seg fram við slíkum slagorðs-argumentunum, sum nærmast eru sjálvfylgjur. Men hetta sigur í veruleikanum lítið um, hvat fyri politikk politikarin reelt fer at føra. 

Veitst tú neyvt, HVUSSU viðkomandi politikari, sum tú setur tín kross við, ætlar sær at røkka hesum málum? Veitst tú neyvt, hvørji øki viðkomandi raðfestir hægri enn okkurt annað? Hevur tú kannað eftir, um viðkomandi hevur heilt ítøkilig boð uppá politiskar loysnir á hvørjum øki? Veitst tú, hvussu nógv viðkomandi vil seta av til hesar loysnir? Veitst tú, hvussu viðkomandi hugsar sær at fíggja hesar loysnir? Veitst tú fyri hvønn, loysnirnar hjá politikaranum fara at loysa seg best? Kanst tú vita við vissu, at tú velur rætt, um tú ikki kennir svarini til omanfyrinevndu spurningar?

Hevur tú eisini lurtað væl eftir á hvønn hátt, viðkomandi politikari argumenterar? Er nøkur verulig, væl grundað støðutakan aftanfyri tað, viðkomandi sigur? Ella er tað bara orðaskvaldur, sum skal fjala, at viðkomandi í veruleikanum ikki veit, hvat hann ella hon tosar um? Hvat eyðkennir argumentasjónina hjá politikaranum? Tekur viðkomandi mest støði í, hvat vit IKKI skulu hava, heldur enn í, hvat vit skulu hava? Tosar politikarin nógv um alt tað, vit skulu óttast fyri og berjast ÍMÓTI? Ella tosar politikarin um visjónir – alt tað góða, vit skulu berjast FYRI og kunnu røkka, um vit gera so ella so? Eru tað ítøkiligar politiskar loysnir, viðkomandi tosar mest um? Ella eru tað mest álop á mótpartin, viðkomandi brúkar sína talutíð til? Brúkar viðkomandi talutíðina til at argumentera fyri egnum politikki? Ella fer viðkomandi mest eftir mótstøðumanninum/kvinnuni heldur enn eftir bóltinum?

Hvussu greiður er viðkomandi politikari í sínari argumentasjón? Tosar viðkomandi mest í slagorðum, sum í veruleikanum siga lítið um politikkin hjá viðkomandi? Dømi: “Tað skal loysa seg at arbeiða” – jú, sjálvandi kunnu øll vera samd í tí, men hvat merkir tað í veruleikanum? Nær “loysir tað seg” at arbeiða? Nær “loysir tað seg ikki” at arbeiða? Og fyri hvønn? Hvussu stórur er trupulleikin? Hvat ætlar viðkomandi politikari sær at gera við tað? Og hvussu hugsar viðkomandi sær, at loysnin skal síggja út? Eitt annað dømi: “Vit skulu varðveita Føroyar, soleiðis sum vit kenna tað”. Men hvat er tað ítøkiligt, vit skulu eitast fyri “at kenna”? Hvør kennir hvat? Er alt tað, vit kenna, gott? Skal einki broytast ella betrast? Og um so er, hvat? Hví? Júst hvat er tað, viðkomandi politikari vil varðveita og hví?

Loypir viðkomandi politikari á ávís sjónarmið ella rák í samfelagnum uttan at siga ítøkiliga, hvør stendur fyri hesum sjónarmiðum? Tað er lætt at finnast t.d. at “vaksandi kravlyndinum” í samfelagnum, men hvar ítøkiliga heldur politikarin, sum sigur so, at markið gongur ímillum rættvís krøv og órímilig krøv? Hvør er tað í veruleikanum, viðkomandi heldur, er so “krevjandi”? Sigur viðkomandi politikari nakað ítøkiligt um tað? Ella eru hetta bara atfinningar, sum onga adressu hava – og sum eingin tí kann kenna seg raktan av ella gera nakað við? Hvussu ímyndir politikarin sær, at “kravlyndið” skal basast?

Sleingir viðkomandi politikari um seg við tølum, sum tað er sera torført at gjøgnumskoða ella meta um, um tey veruliga siga nakað um eina veruliga støðu? Ella velur viðkomandi bara tøl út, sum vátta tað, viðkomandi frammanundan vil hava váttað?

Brúkar viðkomandi politikari “strámenn” í sínum argumentum – tvs. kemur við uppáhaldum um, at mótparturin meinar okkurt ávíst, og argumenterar so ímóti tí, hóast mótparturin hvørki hevur sagt ella meint tað, sum viðkomandi heldur uppá, at tey meina? Heldur viðkomandi seg vita alt um, hvat mótparturin meinar, betur enn mótparturin veit tað sjálvur? Ella spyr politikarin seg fyri, áðrenn hann ella hon fellir dóm, vísir áhuga fyri og lurtar eftir, hvat onnur meina, og gevur teimum ein kjans at svara fyri seg?

Heldur viðkomandi politikari uppá, at mótparturin hevur krógvaðar ætlanir ella motivir, sum eingin við vissu kann vita, um mótparturin veruliga hevur, heldur enn at fyrihalda seg beinleiðis til ítøkiligu politisku uppskotini hjá mótpartinum, og argumentara fyri ella ímóti, um tey nú eru góð ella ikki - og hví? Fyriheldur viðkomandi politikari seg til kritikkin og mótargumentini hjá mótpartinum? Svarar viðkomandi kritikkpunktunum? Ella kemur viðkomandi við uttanumtosi fyri at sleppa undan at svara? Heldur politikkarin seg á síni egnu breythálvu? Ella roynir viðkomandi bara at misteinkiliggera tey, sum koma við kritikkpunktum og loypir á øll tey, sum ditta sær at argumentera ímóti sær, við yvirdrivnum ákærum og persónligum álopum?

Hvat heldur tú, at endamálið við argumentunum hjá politikarunum skal vera fyrst og fremst? At berja mótstøðu niður? Ella at finna semjur? Hvat fyri argumentasjónsháttur heldur tú mest sannlíkt førir til flest semjur um veruligar politiskar loysnir? Kanst tú gera upp við teg sjálva/n, hvat fyri argumentasjónshátt tær dámar best og hví? Hví heldur tú, at júst argumentasjónshátturin hjá viðkomandi politikara, sum tú ætlar tær at velja, er betri enn hjá onkrum øðrum?

Um tú setur tær sjálvum/ari spurningarnar omanfyri og roynir at svara teimum eftir besta førimuni – og síðani tekur støðu til, um tú kanst liva við svarunum, umframt letur tína niðurstøðu ávirka títt val, ja, so hevur tú tikið ábyrgd fyri, hvar tú setir tín kross. Men um tú als ikki hevur umhugsað hesar spurningar og onga roynd gert at svara teimum, so verður tað neyvan tín valluttøka, sum ger, at vit fáa eina líkinda tingmanning, sum kann samstarva innanhýsis og veruliga gera mun, har føroyska samfelagið kann verða skipað á ein hátt, sum verður til gagns fyri hvønn einasta borgara í landinum.

Tak nú eina væl umhugsaða, væl grundaða støðu og far so á løgtingsval leygardagin at seta tín virðismikla kross.

Gott val!