Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hví velja meg?

2020-11-08 21:25

Týsdagin 10 nov er býráðsval - ein stórur og spennandi dagur fyri meg, nú eg havi tikið avgerð um at stilla upp fyri fyrstu ferð. Sum sjúkrarøktarfrøðingur á eldraøkinum, upplivi eg dagliga, hvussu stórur tørvurin er á hægri raðfesting til økið. Um eg verði vald inn, so lovi eg, at eg við fullari skrúvu fari at arbeiða fyri uppnormering á økinum, soleiðis at vit sum starvsfólk kunnu veita eina uppaftur betri røkt til okkara gomlu.

Tað SKAL verða meira tíð til nærveru, og at vit starvsfólk kunnu skapa karmar fyri einum innihaldsríkum dagligdegi við stimbrandi tiltøkum og vælveru og bara at kunnu vera saman við teimum uttan at føla, at tíðin ikki strekkir til. Eitt menniskja hevur tørv á nógv meira enn góðari grundleggjandi røkt, sum okkara starvsfólk so fyrimyndarliga eru góð til. Og hetta ætli eg mær at arbeiða fyri, um eg verði vald!

Hóast eg eri nýtt valevni, eri eg ikki bangin fyri at taka kampin upp fyri okkara gomlu, tí tað hava tey so hjartaliga uppiborið, at onkur ger. Eisini meti eg, at tað er ein styrki, at eg starvist á økinum og kann síggja og ikki minst merkja tørvin.

Birita Baldvinsdóttir Iversen
Valevni á Lista C