Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar

Hví velja Høgni og Poul bakdyrnar?

2014-10-23 16:54

Tað hevði klætt Tjóðveldi og Framsókn at spælt við opnum kortum og komið inn gjøgnum høvuðsdyrnar við sínum loysingaruppskoti

Høgni Hoydal og Poul Michelsen eru á veg í Løgtingið, og í skjáttuni hava teir eitt uppskot um at yvirtaka uttanríkis- og verjupolitikk, ið eru ríkismál og felags fyri allan Ríkisfelagsskapin.

Garparnir báðir vilja ikki inn gjøgnum høvuðsdyrnar.

Nei, teir velja heldur at sníkja seg inn gjøgnum bakdyrnar við uppskotinum, sum í veruleikanum als ikki snýr seg um yvirtøkur.

Endamálið við uppskotinum er at seta ein kíla niður millum ríkispartarnar og skekla Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum. Fakta er jú, at uttanríkis- og verjumál kunnu bert yvirtakast, um so er, at Føroyar loysa.

Hetta má dyljast fyri fólki. Tí verður bert fokuserað uppá yvirtøkurnar. Onki má nevnast um avleiðingarnar - hvørki tær politisku ella tær fíggjarligu.

Uppskiftin er tann sama gamla: fá róp og øsing í og skapa konfliktir, sum í veruleikanum ikki eru til.

Tann stóri uttanríkispolitikkurin, verjupolitikkurin og trygdarpolitikkurin liggja best sum felags mál í Ríkisfelagsskapinum. Saman standa vit sterkari á altjóða pallinum.

Samstundis er greitt, at Føroyar í grundini hava fullveldi, tá ið tað kemur til uttanlandsviðurskifti, ið hava við okkara land at gera. Vit gera egnar avtalur við onnur lond. Vit lata okkum umboða í øðrum høvuðsstaðum. Vit saksøkja stórveldini í Europa. Og so víðari.

Í veruliga lívinum uttan fyri Løgtingið eru avmarkingarnar ómetaliga fáar fyri Føroyar. Hinvegin eru stórdriftsfyrimunirnir í Ríkisfelagsskapinum nógv størri enn teir fáu vansarnir, ið finnast.

Tað hevði klætt Høgna Hoydal og Poul Michelsen at spælt við opnum kortum og komið inn gjøgnum høvuðsdyrnar við sínum loysingaruppskoti.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin