Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hví tykist Fíggjarnevndin ikki at lurta eftir serfrøðini?

2021-02-15 14:37

Lógaruppskotið um afturbering av meirvirðisgjaldinum (LM-067/2020) er heilt vent á høvdinum hvat viðvíkir bilum. Upprunin til MVG-afturbering í samband við keypið av elbili er jú at stimbra skiftið frá bensin og diesel yvir til elbil (ella møguliga vetnisbilum) fyri at minka um útlátið av koltvísúrevni. At blanda leigubilar og hybridbilar uppí hetta ber brá av tilætlaðari manipulatión, ið eittans gagnar bilasølunum, ið selja hybrid- og/ella plug-in hybridbilar og leigubilar.

Tað kundi sæð út sum um, at meirilutin í Fíggjarnevndini heldur lurtar eftir bilseljarunum heldur enn serfrøðini innan umhvørvið, og harvið hugsa meira um at økja sølutalið av bilum í Føroyum. Av teimum, sum vóru til hoyringar, vóru so at siga øll, uttan bilasølurnar, sum mæltu frá leistinum, sum meirilutin í Fíggjarnevndini kemur við.

Tað, sum er ósamsvarandi við at koyra hetta uppskotið ígjøgnum, sum meirilutin í Fíggjarnevndini viðmælir, er at hetta stimbrar eina økta sølu av øllum bilum, ið bara kann viðføra eitt størri útlát og eitt enn støri forbrúk og keyp av bilum, sum bert gagnar bilasølunum.

At bilasølurnar lættari sleppa at selja (dýrari) leigubilar og hybridbilar, kann bara seinka skiftið til elbilar, og livir als ikki upp til tað, sum samgongan hevur fest í samgonguskjalið: "Samgongan fer at føra ein framfýsnan orku- og umhvørvispolitikk, sum livir upp til altjóða krøv." Og eisini: "Samgongan vil seta í verk átøk, sum minka um útlát og dálking." Mann kann tí loyva sær at spyrja, hvussu hetta uppskot passar inn í ætlanirnar hjá samgonguni?

Komin á mál í 2024?
Eitt annað er so tað, at meirilutin í Fíggjarnevndini er komin til ta niðurstøðu, at 3-4 ár er nokk til at stimbra skiftið til elbilar. Londini runt um okkum arbeiða við longri og meira hóskandi tíðarætlanum. Eitt nú hevur Danmark meldað út, at tey eftirmeta í 2025, men at tilstuðlingarætlanin gongur fram til 2030, við tí fyri eyga, at náa at hava 1 millión lág- og nullútlát bilar í 2030. Hvar og hvat eru tær lovaðu "framfýsnu" ætlanirnar og málini hjá okkum?

2. viðgerð
Vónandi fer løgtingið við 2. viðgerð av lógaruppskotinum (LM-067/2020) at vísa á "framfýsnan orku- og umhvørvispolitikk" og biða Fíggjarnevndina koma við einari lóg, sum stuðlar hesari, ístaðin fyri hesa, ið tykist hava rænt elbilamálið, fyri at fáa stuttskygdu áhugamálini hjá nøkrum fáum bilseljarum fram um áhugamálini hjá landinum.

Hvat so?
Tá ið tað kemur til hetta lógaruppskotið, kundi ein "framfýsin orku-og umhvørvispolitikkur" millum annað hóskandi innihildið:

  1. At lógin bindir seg til at stuðla og eggja til skiftið til elbilar í eitt hóskandi áramál. T.d. til 2030, við einari endurskoðan í 2025, til tess at skapa álit og áeggjan millum fólk at velja elbilin framum. Hetta gerst heilt ítøkiligt við at halda áfram við tí leisti, ið hevur verið nýttur higartil við afturbering av upp til 70.000,- krónum av MVGnum, og eingin niðurtrapping.

  2. Øll onnur akfør, sum útláta meir enn 0 g, skulu ikki stuðlast, og leigubilar skulu ikki kunna seljast við betri sømdum, enn teir longu hava, uttan so, at leigubilarnar er 0 útlátsbilar.

Nevndin í elbilafelagnum