Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hví terapeut-skúlin er kontraproduktivur

Røðin av terapeutiskum uppíleggingum hevur langtsíðani afturumlagt lærarasetningin, ið er at skúla og búgva næmingar til fólkaræðisligar meginreglur.

Ultimativt kemur hetta av, at dagsins samfelag er vorðið so trásett av at framleiða arbeiðarar, sum eru førir fyri at taka við og reagera uppá tann “rætta” mátan. Kensluliga mátan.

Agga Niclasen: meining@meyl.fo

(Hetta tekur 8 minuttir at lesa.)

Fólkaskúlalívið er ikki nakar lættur leikur. Og tað gerst bara ógvusligari og rúgvismiklari fyri árið.

Ikki so nógv av tí praktiska, at tilfar og amboð er í uppisetri, men av tí, at foreldur hava mist stórar klunkar av sínum íborna sjálvsáliti, serstakliga orsakað av áralangum og mannminkandi tiljónarpolitikki.

Av tí sama hava somu foreldur gloymt, hvar privatlívið og ábyrgd foreldranna steðgar, og skúling byrjar. Fyri ikki at tala um øll tey fylabýttu átøk, landið sjálvt kemur við og letur seg ávirka av, tað veri seg hvítkitlaðum felagsskapum ella betrivitandi supermammum við ov nógvari frítíð ella pengum.

Typiskt hava kampanjurnar til endamáls at ávirka vitan, hugburð og atburð hjá okkara yngstu, sum so aftur ger, at effektiva undirvísingartíðin minkar. Til dømis, hvussu skeivt tað er at súkkla for nógv um kapp, tryggleiki hetta og tryggleiki hatta, tá tað ikki snýr seg um yvirskipað atlit til onkra nissju-mentan millum minnilutar, sum partú skal prædikast í fólkaskúlanum.


So, alt hetta er eginliga heilt í lagi. Tað praktiska. Teldur og teldlar. Bøkur og betri lærarir. Og tilfar. Alt super. Nei, tað er hitt—hini krøvini: nyttuleysir fundir um nyttuleys viðurskifti og børn, sum ongan góðan eiga; ella, tað vil siga, tey eru har, foreldrini, men uttan at vera har; tey fáa fortalt, tey eru elsakð, men fyrst, tá mamma og babba hava elskað seg sjálvan.

Gamaní, nakað av tí praktiska kundi verið betri: har mangla tímar ymsastaðni; ikki til skemaið sum so, men hjá skúlanum at gera við. Einki rúm er fyri setursferðum og savnandi tiltøkum annars, um so er, at skúlin skal skipa fyri. So pengar kunnu tilskilast til tess at betra um undirvísingina so nógv, sum til ber, fyri so nógv, sum til ber. Fíggjarætlanin er yvirhøvur so tepur, at illa ber til at keypa sær til tænastur ella stuðulsfólk, ið kundu loyst nakrar av teim trupulleikum, lærarir í alt ov stóran mun heilt láturliga og ólivandi, ikki bert eru merktir, men blivnir partur av.

Alt í alt: lærarir verða bidnir um at gera, hava ábyrgd av og útinna meira. Og tað er terapeutiski vælferðarstaturin, ið hevur skyldina. Røðin av terapeutiskum uppíleggingum hevur langtsíðani afturumlagt lærarasetningin, ið er at skúla og búgva næmingar til fólkaræðisligar meginreglur. Hansara setningur er ikki at virka sum substitutt-foreldur og moraliserandi amboð hjá landsmyndugleikum, heilslignir av tankanum at uppala okkara ungdóm ígjøgnum øll hugsandi hol—bert tí teir sjálvir eru eitt.


Eg datt um eina bók nevnd The Dangerous Rise in Therapeutic Education eftir Kathryn Ecclestone og Dennis Hayes. Í bókini beit eg merki í henda heldur sigandi setning:

Schools have placed too great a focus on therapeutic work to the extent that we are raising young people who are unable to show resilience or to be and accept individual differences.”

Tey bæði haldi, at fólkaskúlin hevur brúkt so nógva arbeiði uppá at problematisera ungdóm og, fylgjandi, terapeuta hann, at hann nú er farin at uppala einstaklingar við null seiggi og áhaldni; einstaklingar, sum hava mist alt mótstøðuføri og eru óvitandi um, hvussu vit hvør í sínum lagi eiga at vera ymisk. Eitt er at tosa fjølbroytni, eitt annað at handla hareftir. At tora tað.

Terapi er endað sum eitt ‘mainstream’ mentanarligt fyribrigdi, tá tað ið veruleikanum eigur at vera eitt faktilboð til hasi, ið hava tað mest fyri neyðini. Vit eru farin at skoða børn sum ein massi við víðtøknum og skiftandi trupulleikum, vit vaksnu bara elska at “fiksa”. Vit eru farin at problematisera okkara børn, tá ið tað eru vit, sum eru problemið.

Ivaleyst er flóðaldan av terapeutiskum sessiónum og sirkul-fyribyrgjandi vinarbólkum og øðrum totalt kunsturligum, sosialum samansetingum, til fyri at fylla enn eitt hol: tað í heysinum hjá okkum sjálvum. Tað vitleyst ironiska við slíkum vaksnamanna-foranstaltningum er sjálvandi, at børnini sjálvi hava apsalutt onga medavgerð í hesum feel-good humbukki. (Sum um, vit vaksnu frammanundan ikki liggja nóg tungt á teira detail-stýrda lívi!)


Men ultimativt kemur hetta av, at dagsins samfelag er vorðið so trásett av at framleiða arbeiðarar, sum eru førir fyri at taka við og reagera uppá tann “rætta” mátan. Kensluliga mátan. Har vit fyri nøkrum árum síðani fingu eina lóg, sum avmarkaði okkara ognarskap av okkara “egnu” børnum til at hava umsiting og ábyrgd av teimum (hetta fyri at minka um kropsligan harðskap), eru vit nú aftur farin at eiga okkara børn, tí tey fáa ongantíð í ævini, á nøkrum sum helst øki, á nakran sum helst hátt og á nøkrum sum helst niveaui frið fyri okkum, hvat hasir fallitterklerandi vinarbólkarnir og ADHD-epidemiin eru týðilig vitni um.

Ecclestone og Hayes halda, at terapeutiskar uppíleggingar í fólkaskúlanum eru kontra-produktivar, at tær skapa eitt ættarlið bundið av stuðuli fyri at klára gerandisdagin, tá hann heldur skuldi konsentrerað seg um at skapt eitt sjálvstøðugt og hugsandi ættarlið, sum veit og er ført fyri at góðtaka, at lívið til tíðir, ja, stinkar.

Og hetta er rætt, tí allir lærarir vita, hvussu illa teir næmingar kenna seg, sum av privatum grundum ikki ynskja at vera við í sirkul-løtuni. Ella tá ið Barnabati við granskingarstempuli kemur fallhamrandi inn í eina skúlastovu við alskyns fyriboðanum og ávaringum, fyri ikki at tala um spurnignum um “tilburðir, sum kunnu upplivast sum skelkandi”. Og SSP tað sama, men har við onkrum faldara um drykkjuskap millum ung og hví tað er synd at stjala. Feitt. So. Vita. Vit. Tað.


Hasin næmingurin, sum ikki hevur hug at tosa... hvat gera vit har; skulu vit fara við honum sum ein úr massanum við trupulleikum, við følilsisligum avbjóðingum; ella, hvat við bara góðtaka, at her er ein einstaklingur, og at allir einstaklingar ikki dáma at deila sínir mest privatu tankar um seg ella síni. Ikki eingong læraran (!) Ella, í ringasta føri, at her er ein einstaklingur, ið ikki lýkur allar boksirnar fyri normalitet, soleiðis sum Sosiala nevnd í kommununi, í síni genialiteti, definerar normalitet.

Terapeutisk átøk fyri allar næmingar elvir til ein terapi-kultur, har øll verða tvungin at taka hann til sín, og hava gagn av honum; og hasi, ið ikki gera tað, tey ótolerantu og ó-altmøguligt, tey verða stemplað sum “Uh, grund at óttast, so her mugu vit ansa eyka væl eftir”.


Tað sagt, har eru næmingar, ið trúliga hava tørv á hjálp. Men hetta er ein minniluti. Og ofta er tað grundliggjandi atferð, ið skal broytast. Ikki medisinsk terapi ella kognitivt BS. Eiheldur kaffisutlandi fund nummar 619 um einki við sálarfrøðingar úr onkrum stovni, sum vita, at teir eru har, tí okkurt skulu teir gera til tess at varðveita sítt “professionella tilverugrundarlag” og halda á at skapa ein marknað. Men ein atferð, ið einans verður broytt, um vit kalla ein spaka fyri ein spaka. Altso, siga sum er. Alt fyri eitt.

Eisini er vert at minnast til, at onkuntíð er skúlin einasti staðurin, har ungfólk hava ein vin, lærara ella næmingar, og tí onkran at tosa við—uttan tað neyðturviliga skal enda sum nakað formligum álvarasemi og skipanum, tú barasta ikki sleppur burturúr, tí “kommunan” hevur meiri brúk fyri tær enn tú fyri henni. Hartil er minnisvert, at oftani dugir skúlin øgiliga væl at geva røttu hjálp effinett av tí grund, at lærarar hava eitt so gott samband við flokkin, at teir eru best førir fyri at eyðmerkja ein tørv og bjóða eina loysn—sum kann, men ikki nýtist at vera so óluksáliga drakonisk.

Omaná alt hetta er umráðandi at staðfesta týdningin av kensluliga vitbornum fólki. Vaksnum fólki. Vit hava øll arbeitt fyri leiðarum, hvørs fremsta kompetansa ikki endiliga er innlivilsi og yvirlit. Og tí eiheldur síggja, hvussu teirra gerðir ávirka onnur. Pluss, so nógv vanlig undirvísing umskarar “terapeutisk háttaløg”, eitt nú at lurta at og viðurkenna hvønnannan, men tá meiri samfelagsstýrd, fest í søgu og mentan, samavgerð og samábyrgd, rættindi og skyldur, andsfrælsi og talufrælsi.

Eitt etos grundað á hughygni er óført, men terapeutiskar kampanjur og uppíleggingar eiga bara at vera teimum í boði, ið trúliga og dokumenterandi hava tørv á terapi—og tá terapeutast av teimum, ið skilja menniskju og fakið til fulnar.


Tað, ið ikki má henda, er at næmingar gerast vaksin, sum skoða sítt lív ígjøgnum eina terapeutiska linsu, ið sóknast eftir og blíva bundin av andligari hjálp frá fremmandakroppum, tey als ikki hava brúk fyri, bert tí tey í skúlanum hava lært, at hetta er ok hugsan. Tað er tað ikki.

Ístaðin vil eg hava ein fólkaskúla, ið skjótt og smidliga gevur best hugsandi stuðul til teir næmingar, ið trúliga hava tørv á honum; og aðramáta syrgir fyri, at allir hinir læra at standa seg í mun til tær avbjóðingar, lívið hevur at bjóða.