Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hví tað er neyðugt at fornerma

- at fornerma er sjálvur motorurin í allari menning.

Tvørturígjøgnum søguna hava kirkjan, politikarir, myndugleikar, universitet og aðrir moralskir aktørar skírt ávís hugskot fyri at vera "fornermandi", "ódámlig", "særandi" og "niðurlátandi" og, ja, listin er endaleysur...
Somu menniskju og stovnar eru enntá farin í hernað ímóti teimum, tey halda, eru leverandørar av ágangandi 'óbehagiligheitum'.
Rætt hetta uppliva vit í dag; tað hava vit gjørt síðani túsundáraskiftið, men við vaksandi vavi og styrki.
Terroriserandi komformitetur. Og hann ræðir meg. Boring umhugsni og yvirskipað ansing, tá her og nú villskapur og veruligt tankakvirksemi eigur at vera tað, vit langa á tallerkin og forfylgja.
Tú sært tað eisini í teim 30 ára gomlu og tilkomnum, ið halda seg vera modernað, tí tey halda "tað rætta" og eiga trainers. Gev mær megi.

Tey serliga seku eru tey ungu, opinbart vitandi ung. Tú veitst, hasi har, ið lesa og ogna sær vitan. Hasi, ið sambært sær sjálvum eru so right- on og radikal, men eginliga eru representantar fyri eini so avmarkaðari og elendigari samfelagssjón, at vit mugu fara afturum krígsárini at finna eitt líknandi ófrælsi, skortandi progressivitet og ósexuta passión.

Hesi ungu eru allastaðni. Far bara á hvørja sum helst deild á universitetinum, serliga teim "meiri fínu", har tey læra at fáa hvønnannan at kenna seg trygg og tosa hvønnannan niður eftir bakinum. (Veit tað av persónligari erfaring.)

Veruliga, tess menniskjasýn vitnar um eitt so sjokkerandi óoriginalt innaralív, inflaterað egið-intellekt og litinskap, at gerandislig hálka omaneftir Traðabrekku er at fucking fyritrekkja.

Tað amboð, hesi lívleyst ungu gera sær dælt av, er tó ikki so bloody annarleiðis enn tað, farin ættarlið hava brúkt, tá tey hava kent hasa afturvendandi trongdina at buka øll øðrvísimeinandi uppá pláss við orðaskvaldri um ótoleransu:

- ótoleransa fyri teimum, sum fornerma.

Men at fornerma er gott. Tað er neyðugt. Alneyðugt.

Menniskjað hevur ein innara tørv á at gera seg inn á, seta spurnartekin við og láturliggera natúrligu skipanina, átrúnaðarligu skipanina, moralsku skipanina. Hvønn sum ein myndugleika. Ferðsluápostlar og heilsuápostlar. Serliga heilsuápostlar.
At seta seg upp ímóti tí, ið er og teimum, ið halda seg vita--serstakliga teimum, ið vita betri enn onnur, og lata tey kenna tað, andliga og praktiskt.

Men við at fornerma ordanina hava tey skumpað mannaættina frameftir. Uttan fornermilsið og ikonoklastiska hugsan, tað óteinkjandi og freka, har intellekt og langtan møtast, hevði miðøldin enn havt kløtur í okkum.

Í roynd og veru er at kalla allur framburður uppígjøgnum tíðina, alt óumberandi frælsi og modernaðir hentleikar, hesi somu ungu njóta so væl av, ein fylgja av ótroyttandi og djørvum fornermilsum. Sama fornermilsi, tey í síni pillbýttheit kempa ímóti.
Eitt beinleiðis úrslit av, at ísakaldir einstaklingar, men við hjartanum á rætta stað, og onkuntíð bólkar av trúliga hugsandi fólki, hava mótmælt og misbjóðað tíðarinnar rætttrúgv, hava fornermað og havt vanliga viðurkenda fatan fyri gjøldur.
Tí.

Tað, at fornerma, er ikki bert nakað, vit so dánt og misunnandi eiga at góðtaka, NEI! ... fornermilsið hevur forvoldað, at samfeløg hava betrað seg.
At tey eru tað, tey hóast alt eru ídag.

Fornermilsið er motorurin í allari menning.