Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hví skulu vælbjargað hava fólkapensjón?

2014-02-25 14:46

Vantandi fatan av norðurlendska modellinum er um at gera av við vælferðarsamfelagið, sum fólkið hevur stríðst fyri seinastu øldina.

Man hevur hoyrt hatta frá samgonguumboðum fyrr: At orsøkin til at Landsfelag Pensónista tvíheldur um fólkapensjónina er, at nevndarlimirnir sjálvir vilja hava fólkapensjón, hóast teir hava góðar privatar pensjónir (sic!).

Men nei, hetta er ikki orsøkin. Hinvegin er orsøkin, at hesir nevndarlimir, sum sjálvir hava verið við til at byggja upp vælferðarsamfelagið, skilja meginreglurnar undir hesi skipan: Nevniliga, at hugurin at vera partur av felagsskapinum avhongur av, um fólk kenna seg sum part av felagsskapinum. Við øðrum orðum, um eg skal rinda skatt, so skal tað helst eisini loysa seg í síðsta enda. Tá rindi eg mín skatt við gleði.

Men nú samgongan ætlar, at fólkapensjón ikki skal vera fyri fólkið alt longur, ger hon seg inn á sjálvt hjartað í vælferðarsamfelagnum, og hetta hevur nógv víðfevndari avleiðingar við sær, enn fólk ímynda sær í fyrstu atløgu.

Tí vælferðarsamfelagið verður hildið uppi av einum slagi av kontrakt. Øll lata til felagsskapin, og fáa afturfyri nøkur rættindi. Eg fái til dømis fólkapensjón, tá eg verið gomul, heilsurøkt, um eg verið sjúk, og ókeypis skúla til børnini, so tey eru før fyri at lyfta demokratiska vælferðarsamfelagið víðari.

Hetta samhaldsfesti, at vit taka okkum av hvørjum øðrum, eyðkennir norðurlondini, og hevur tað skapt heimsins tryggastu og javnastu samfeløg: Har øll hava líka møguleikar at menna evni síni, óansæð hvørjum upphavi tey koma frá, og har øll hava rætt til hjálp, um illa veit við.

Men fortreytin fyri hesi vælferð er inntøkur. Stórur partur av inntøkunum kemur frá skatti - og serliga frá teimum vælbjargaðu, ið rinda lutfalsliga stóran part til felagsskapin. Men hví skulu tey tíma at rinda til felagsskapin, um tey onki fáa burturúr, til dømis fólkapensjón? Tey hava jú ráð til sjálvi at rinda fyri heilsutænastur, skúla, pensjón osv. og kunnu í prinsippinum bara melda seg úr felagsskapinum og stovna síni egnu privatu tilboð.

Gera tey tað, so hava vit ikki longur ráð til dygdargóðar vælferðartænastur til stóru fjøldina, sum hevur avgerandi tørv á felagsskapinum, tí tey hava ikki ráð til privatu tilboðini.

Tað ljóðar kanska rætt og lætt í fyrsta umfari, at vælbjargað skulu ikki hava fólkapensjón, men í longdini er tað at taka burtur insitamentið fyri at rinda skatt til felagsskapin - ella at bróta sosialu kontraktina, sum snýr seg um, at øll rinda inn og afturfyri hava øll eisini rætt til eitt minstamark av tænastum.

Hetta er samanhangsmegin, sum heldur øllum vælferðarsamfelagnum uppi, og sum samgongan ger seg inn á, tá hon avtekur universellu fólkapensjónina, sum øll hava rætt til, tí øll rinda inn til hana.

Úrslitið kenna vit úr til dømis USA, har tey ríku hava ráð til at trygga seg og síni, meðan tann stóra verkafjøldin má noyðast við discount-tilboð av øllum slag, skúla, heilsuverk osv. Og so kunnu tey eisini fáa eyðmýkjandi stakkalahjálp ella olmussu á ellisárum, sum júst var orsøkin til, at vit fingu fólkapensjónina á sinni.

Also: Skulu fólk tíma at vera partur av samhaldsfestinum, skulu tey ikki bara hava skyldu at rinda, men eisini rætt at fáa burturav felags køkuni. Melda fólk seg úr, fara inntøkur alvorliga at mangla í, og vælferðin hjá øllum, høgum og lágum, kemur í vanda.

Og at summi fólk so bæði koma at fáa privata og almenna pensjón gjørt ikki við. Tey hava í báðum førum sjálvi goldið inn til pensjónina, við tí fyri eyga at hava nóg mikið til ellisárini - og tað skulu tey ikki revsast fyri.

(Summi vælbjargað siga seg ikki hava tørv á fólkapensjónini, tí skulu onnur heldur ikki hava hana. Heiti inniliga á tey um siga fólkapensjónia frá sær, ella at flyta hana til "Í menniskjum góður tokki" ella onnur vælgerandi endamál - tað er ein nógv betri loysn enn at gera seg inn á sjálvt vælferðarsamfelagið.)

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin