Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

HVÍ ER TAÐ IKKI “COOL” AT VERÐA ÍVERKSETARI?

2019-08-31 08:50

Okkara útflutningur er stórt sæð fiskavørur og laksur.

Ferðavinnan er væl á veg at gerast ein vinna vit kunnu dúva uppá. Tað næsta verður kanska KT-vinna.

Fyri at fleiri vinnur skulu vinna fram, skulu vit hava eitt íverksetaraumhvørvi sum blómar

Eg havi vitja í Hugskotinum í Havn og Íverksetarahúsinum í Klaksvík, har tey ráðgeva íverksetarum og nýggjum fyritøkum, og hýsa eisini teimum, sum arbeiða við at stovna sína fyritøku .

Tað sum íverksetarnir siga er, at eitt afturvendandi tema er atgongd til vágafúsan kapital. Kanska er íløgumentanin í Føroyum ikki so framkomin sum í øðrum londum. Ein kundi hugsa, at umframt almennu grunnarnar í Føroyum, kundi eisini prívatpersónar og fyritøkur sett pengar í Íverksetarafyritøkur.

Eitt annað sum tosað varð um, var rættindi og trygdarnetið undir íverksetarum. Fleiri hava sitið langa tíð og arbeitt við sínum hugskoti. Men tað var uppá egna mátt og megi, og ein hevur ikki rætt til ALS og aðrar tænastur, sum vanligir borgarar hava atgongd til.

So er tað heldur er ikki cool at verða íverksetari siga teir - hví???

Tað eru fleiri politisk amboð sum kunnu brúkast, at hjálpa íverksetarum.

Hetta mugu vit gera nakað við.

Eg ætli mær at arbeiða fyri teimum smáu og nýggju fyritøkunum - íverksetarunum.

Bjartur Nolsøe, valevni fyri Fólkaflokkin.