Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Hví er sendimaðurin í Keypmannahavn tikin heim?

Ríkisfelagsskapur - 

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um Sendistovu Føroya í Keypmannahavn og flytan av sendimanninum til Føroya. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Kann løgmaður greiða nærri frá:

1. Heldur løgmaður tað vera sambærligt við fíggjarlógina og játtanina til Sendistovuna í Keypmannahavn og starvssetanina av sendimanninum, at landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum tekur sendimannin heim til Føroya at virka sum sendimaður, tá hugsað verður um, at givna játtanin er markað til sendistovuvirksemi í Danmark?

2. Ætlar løgmaður at rætta avgerðina hjá landsstýrismanninum, so at sendimaðurin aftur kann virka á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at sambært Stýrisskipanan Føroya hevur løgmaður eftirlit við, at landsstýrimaður umsitur sítt málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

Tað hevur eftir øllum at døma ikki verið fastur umboðsmaður í Keypmannahavn í eitt 2-3 ára tíðarskeið.

Sambært landstýrismanninum sjálvum (munnligt svar í Løgtinginum 24. okt. 2018), hevur hesin arbeitt við Fjareystri - og úr Føroyum. Tað er ikki í samsvari við fíggjarlógina, soleiðis at broyta starvsinnihaldið hjá sendimanninium í Keypmannahavn, serliga tá hugsað verður um, at hetta er við til at misrøkja uppgávurnar í Danmark.

Í løtuni virkar sendistovuskipanin hjá Sendistovu Føroya í Keypmannahavn ikki eftir endamálinum. Ein skipan við sendistovum virkar best, tá henda virkar á staðnum og í tí nærumhvørvi henda skal røkja og menna, hvat samskifti og samstarvi viðvíkur. Eitt nú er ein høvuðsuppgáva at hjálpa føroyingum og dønum, og føroyskum og donskum vinnufyritøkum, við vegleiðing og ráðgeving - hesin møguleiki er munandi skerdur ella burtur, soleiðis sum støðan er í løtuni.

Samlaðu útreiðslurnar til Sendistovuna í Keypmannhavn eru 5,026 mió. kr. í 2018 og bendir hetta á nógv virksemi. Eingin heimild sæst at flyta sendimannin til Føroya - sí fíggjarlógina fyri 2018 (22. Sendistova Føroya til Danmarkar, síða 268-270).

At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at tað tykist ikki, sum landsstýrimaðurin ætlar at fáa núverandi ógreiðu viðurskifti í rættlag aftur - tvørturímóti virkar tað sum, at ein avtøka av Sendistovu Føroya í Keypmannahavn er á veg.

Tað, sum fer fram við viðvíkjandi Sendistovu Føroya í Keypmannahavn, er uttan fyri alla siðvenju og tað, sum er galdandi fyri aðrar føroyskar sendistovur. Spurnartekin verður tí sett við, um hetta er í samsvari við heimildirnar í fíggjarlógini. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin

RN