Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvat verður av útbyggingini av dagstovinum á Argjum?

2022-09-16 14:14

Á fíggjarætlanini fyri 2022 eru 30 mió. settar av til at útbyggja dagstovnin á Argjahamri, men enn er ikki ein króna brúkt til verkætlanina. Arbeiðið er als ikki byrjað enn, og grundgevingin sigst at vera, at penglar mangla í, og at tað er ov dýrt at byggja. Hetta kunnu vit als ikki góðtaka. At skapa góð og virðilig kor fyri okkara børn er millum okkara týdningarmiklastu uppgávur, og tað má síggjast aftur í raðfestingunum.

Samstundis er full ferð sett á at grava út fyri nærum 200 búeindum á nýggjum býlingi á Argjahamri. Tá barnafamiljur í hundraðtali flyta inn um nøkur ár má barnagarðurin verða klárur at taka ímóti øllum hesum børnunum. Sama er við skúlanum á Argjahamri. Gongd má setast á at útbyggja skúlan sum skjótast, men hetta er heldur ikki sett á skrá enn.

Og størstu avbjóðingina, nevniliga hvussu ætlanin er at loysa stóru starvsfólkaavbjóðingina á dagstovnaøkinum, hoyrist als onki til. Vit mugu hava bæði, og tað má vera nú!

Meirilutin hevur sett eina einsporaða ætlan út í kortið - at útvega fólki bústaðir. Og alt gott um tað. Men har eru so nógv onnur viðurskifti og fyrilit, ið mugu takast samstundis. Skúlar, barnagarðar, starvsfólk, tekniskar leiðingar o.a mugu útbyggjast samstundis og atlit skulu takast til estetikk, almennar hoyringar, yvirskipaða býarplanlegging, byggisamtyktir, náttúra/vátlendi osfr. osfr. Alt hetta eigur at verða gjørt og planlagt samstundis sum man byggir býin út.

Men øll hesi mongu viðurskifti verða skúgvaði til viks, tí alt fokus er eina og aleina á at útvega grundøkir og íbúðir. Hendan vantandi samskipan og planlegging skapar sjálvsagt stóra ónøgd millum borgarar og kommunan sjálv fær alskyns trupulleikar av at arbeitt verður so ad hoc.

Tí heita við á meirilutan um at seta útbyggingina av dagstovninum á Argjahamri í gongd sum skjótast! Og farið samstundis undir at fyrireika útbygging av skúlanum á Argjahamri.

Elsa Berg, Jákup Dam og Gunvør Balle