Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvat var hatta ??

2014-01-13 05:38

Symposium Vitalis versus Symbiosis

Eitt symptom ella eitt syndrom ?

Var hatta ætlað sum týdningarmikla veitslan hjá vinum, ella til felags gagn fyri okkum øll í okkara kæra Føroya landi ?

Er hetta bert eitt einstakt sjúkdómstekin ella eru fleiri tekin, ið samanlagt benda á eina álvarsama sjúku ?

Tá óvildugar kanningar skulu gerast og juridisk responsum skrivast, verður í stundini runnið um kapp, fyri at velja "rætta" advokatin.

Fyri "røttu" advokatarnar tykist verða gilt av peningi at vinna, og fyri persónar við girnd eftir makt og mammon, kann nógvur peningur og status standa uppá spæl.

Líkt er til, at hesir bólkar hava funnið hvønn annan, har stevið í glantrileikinum sær út til at vera avbera gott.

Selektiva valið av leikarum til pallin og viðhaldsfólkið í maneguni tykist viðhvørt so væl skipað, at hesi eisini klára at bandað seg uppí, hvørjar advokatar vanligir borgarar helst skulu velja.

Fólk í maneguni seta seg í samband við borgarar, fyri at fortelja teimum, at um tey brúka handa ("okkara") og ikki hin, so hava tey eina betri sak (fáa meira burturúr).

Man má jú dugna sínum teknum ?

Tá miðlarnar rósa og eru við teimum, er alt gott; men so knapt teir gerast naskir og vilja vita meira, kemur vend í holuna.

Tá er alt rumbul, journalisturin skal skjótast, almenna varpið avtakast, og úr maneguni koma so røddirnar, ið vilja hava "skil" á alt hetta - nú ber ikki til longur.

Opinleiki ger bara fortreð, alment innlit skal har pipari grør, óvildugir stovnar avtakast, fólk bekenna kulør áðrenn tey sleppa til arbeiðis (Berufs Ferbot) o.s.v.

Eru orðini hjá Janus Djurhuus minni viðkomandi nú enn tá ?

"Mítt land hevur fostrað eitt ravnaslag, fegnast tað flýgur um nætur".

Hvør er Offur, hvør er Edilingur ?

Tórshavn, tann 10. januar 2014
Andrass Skaalum