Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Hvat skulu vit nýta einar 30 milliónir til?

Ábyrgdin er stór, tá vit skulu raðfesta pening skattgjaldarans. Tí vóru sjálvsagt nógvar reaktiónir tá tað stakk seg upp, at kommunan nú skuldi nýta 30 milliónir til fótbólt.

Mong eru ynskini og stórur er tørvurin at raðfesta kommunalu pengarnar. Men at ivast í hvat vit skulu nýta hesa upphædd til - um hon ikki fer til fótbólt - tað er løgið.

Eg ynski Føroyum eitt nøktandi stadion-øki í høvuðsstaðnum. Fótbólturin hevur sín týdning, at Føroyar síggjast á heimskortinum og fótbólturin hevur alstóran týdning fyri bæði leikarar, áskoðarar og vinnulív.

Men! Tað løtu vit ivast í at brúka 30 milliónir rætt, tað løtu eiga vit eisini at minnast smálutirnar í kommununi. Hvørji eru "smáu málini" í høvuðstaðnum? Minnast vit tørvin á einum bátadrátti, einum spæliplássi, einum fríøki og einum hunda-fríplássi?

Kanska kundu vit nýtt 30 milliónir øðrvísi og helst eru 30 milliónir bert ein partur í politiska spælinum. Men fyri veljaran eru 30 milliónir óbegríbiliga nógv! Tórshavnar kommuna eigur at ansa sær øgiliga væl hvussu milliónirnar verða nýttar, at borgarin eisini er nøgdur við raðfestingarnar.

Politikkarin skal altíð minnast, at tað eru borgarans pengar, ið raðfestir verða!

Jákup av Skarði