Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvat skal til, áðrenn vit lurta?

2019-08-08 10:08

Opið bræv til tykkum, ið stilla upp


Einaferð fyri mongum árum síðani hevði tú óivað flent, um eg fortaldi tær, at tú skuldi gjalda 100 krónur fyri at ganga í haganum, spyrja um loyvi at sleppa í land í Koltri, at tú skuldi ígjøgnum eitt portur við kortterminali og dupultum píkatráði fyri at sleppa út á Lógv í Saksun, ella at hólmurin í Mykinesi var stongdur – ja stongdur. Tú hevði nokk enn tá hildið meg vera í ørviti. Men hetta er tíverri blivið veruleiki, og eg eri bangin fyri, at hetta bert er byrjanin, um vit ikki alt fyri eitt gera okkurt við støðuna. Íslendingar hava leingi rópt varskó, men vit lurta ikki ...

Ferðafólkavinnan hevur skapt stríð um, hvør skal hava ræðisrættin yvir Føroyum. Javnaðarflokkurin hevur boðið til opið kjak um evnið, ið er ein byrjan, men spurningurin er, um tað er nokk, tí fyri trimum árum síðani var evnið eisini frammi til kjak, men lítið er hent síðani tá.

Vit síggja serliga trupulleikan á teimum útsettu støðunum, har støðan er so ring, at fólkið, ið býr har, ikki veit síni livandi ráð. Verandi støða hevur viðført, at vit í dag hava ymiskar kowboylógir, har hvør bóndi sjálvur ásetur tað, ið hann metir vera hóskandi. Hevði tað ikki verið betri og meira rættvíst, um Løgtingið viðgjørdi trupulleikan, soleiðis at vit fáa eina lóggávu, ið verjir bæði fólk, tilfeingi og náttúru, og vit fáa somu mannagongdir um alt landið?

Tað eru nógvir føroyingar, ið dáma væl at ferðast í egnum landi, men hetta er vorið eitt sindur trupult summastaðni. Um man t.d. ynskir at fara ein 1-dags túr til Mykinesar um summarið, má hetta planleggjast fleiri mánaðir frammanundan, tí allar ferðir eru langt síðani keyptar av útlendskum ferðafólki og ferðaskrivstovum. Eiga føroyingar ikki at hava onkran framíhjárætt her? Ein loysn kundi verið, at føroyingar kunnu bíleggja pláss við ferjum og tyrlu, ið eru skattafíggjað, fram til 3 dagar áðrenn fráferð, og um so pláss eru eftir tá, er opið fyri øllum at bíleggja.

Toppurin av ísfjallinum
Tað er ongin ivi um, at ferðavinnan hevur eisini nógv jaligt við sær, tó serliga fyri okkum, ið búgva í Havn, har vit hava fingið fleiri matstovur, fleiri caféir og ein meira livandi bý, og tað er sjálvsagt jaligt. Tað er nokk heldur ongin ivi um, at tey flestu taka undir við einari vælskipaðari og burðardyggari ferðavinnu, men trupulleikin í dag er, at ferðavinnan er slept leys uttan stýring ella ordiligt fyrivarni, og tað skapar ótta millum fólk. Tað, vit merkja og síggja í dag, er óivað bert toppurin av ísfjallinum. Túsundtals bloggarar kring allan heimin blogga um okkara óspiltu vøkru oyggjar. Vit nýtast tí ikki at brúka 16 mió. kr. hvørt ár til at marknaðarføra Føroyar. Visit Faroe Islands hevur longu gjørt eitt fantastiskt arbeiði – kanska í so gott. Vit hava við marknaðarføringini koyrt eitt kavablak á rull, ið veksur størri og størri; sum ringar í vatni. Vit fáa ikki steðga hesum, men vit kunnu stýra avleiðingunum við lóggávu, soleiðis at vit fáa eina burðardygga ferðavinnu, ið øll kunnu fáa ágóðan av. Vit hava í dag hvørki lóggávu um bústaðarskyldu, ognarskatt til útlendingar ella lóggávu, ið verjir okkara náttúru og tilfeingi. Hetta merkir, at útlendingar í dag kunnu keypa øll húsini úti á Reyni, í Bø, í Tjørnuvík og aðrastaðni, har tey meta tað vera idylliskt. Eftir verandi lóggávu kunnu ríkir útlendingar í dag keypa eina heila bygd, um tað skuldi verið. Hetta er ein ræðandi tanki.

Góðska heldur enn nøgd
Í 2016 setti eg spurnaðartekin við, hví vit so innarliga ynskja ferðavinnu. Í dag hava vit næstan 6 ferðir so nógv ferðafólk, sum íbúgvar, og ferðavinnan er bert 2,1% av BTÚ, har meginparturin av inntøkuni fer til nakrar fáar privatar fyritøkur. Hvussu nógv ferðafólk er ætlanin, at vit skulu hava – ella er tað jú meira jú betri?

Tá ið vit ferðast til onnur lond í Europa, skulu vit rinda ferðafólkaskatt, sum vit sjálvsagt eisini burdu havt í Føroyum. Tá ið man keypir eina sjáldsama vøru, er vanligt, at man rindar ein høgan kostnað. Í Føroyum eiga vit nakað óspilt (enn), reint, vilt og fantastiska vakurt. Onga aðrastaðni uppliva ferðafólk tað, sum vit kunnu bjóða, so hví ikki taka ein høgan ferðafólkaskatt og samstundis seta eitt mark á, hvussu nógv ferðafólk sleppa til landið um árið? Soleiðis kunnu vit tryggja eina hægri inntøku og samstundis eitt lægri ferðafólkatal. Á henda hátt kunnu vit øll fáa gleði av Føroyum – fólkið, landið og ferðafólkini. Og tað er enn tá í tráð við ein av hornasteinunum í menningarætlanini hjá Visit Faroe Islands ” góðska heldur enn nøgd”.

220 mió. ferðafólk í Havnini
Í Saksun, har tað búgva 9 fólk, koma um 100.000 ferðafólk árliga. Hetta svarar til, at tað eru gott 220 mió. ferðafólk árliga í Havnini, um vit samanbera við íbúgvartalið. Ferðafólkatalið er tvífaldað uppá nøkur fá ár og fer óivað at booma komandi árini, nú kavablakið er farið á rull, og Atlantic Airways møguliga fer at flúgva beinleiðis til NY. Hetta sýnist sum ein endurtøka av tí íslendsku søguni, har meginparturin av teimum 488.000 ferðafólkunum í 2010 vóru danir. Eftir at tey opnaðu beinleiðis rutur til USA, vaks ferðafólkatalið til 2,2 mió um árið uppá 7 ár, har amerikanarar í dag eru 30% av samlaða ferðafólkatalinum.

So góðu tit, ið hava góðkent stóru játtanina til at marknaðarføra Føroyar og halda fram við at játta hesa góðkenning ár eftir ár, takið ábyrgd og gerið okkurt. Gerið eina kanning, ið gjølla kannar, hvørjar avleingarnar eru við ferðavinnuni - bæði tær jaligu og tær neiligu. Brúkið í staðin peningin til at fyrireika og menna Føroyar til komandi ferðavinnuna, so vit kunnu fáa eina burðardygga ferðavinnu og eina óspiltar Føroyar – eisini um 20 ár.


Keldur:
https://statbank.hagstova.fo/pxweb/fo/H2/H2__IB__IB01/fo_vital_md.px/table/tableViewLayout1/?rxid=ce8fbb66-3716-46ce-ad15-e90c87ba7d24
https://www.ferdamalastofa.is/static/files/ferdamalastofa/talnaefni/tourism-in-iceland-2018_2.pdf
https://issuu.com/visitfaroeislands/docs/vfi_a_rsfra_grei_ing_2018-single-we