Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

HVAT SKAL POUL MICHELSEN VIÐ SÍNUM UTTANRÍKI......Rætta tong?

Framsókn hevði landsfund leygardagin.Eini 15-20 fólk høvdu leita sær á landsfund.

Gestarøðari seinast var tann víðagitni peningarøkilin Aleqa Hammond.

Hesaferð hevði Framsók funnið fram til Europaredaktørin á Mandag Morgen, Claus Kragh.

Legði til merkis,at hesin Claus í samrøðuni við Kringvarpið tosaði um ”Den store trang til selvstyre”.Havi áður hoyrt samrøðu við Bertel Haarder, har lagt verður á sama bógv.

Stóri spurningurin er, hvaðani hesir báðir hava sínar upplýsingar um ”den store selvstyretrang” frá?.

Hesin øgiligi ”Selvstyretrang”er ikki at finna millum vanligar føroyingar.Einfalda svarið er nokk, at tað sita tveir Tjóðveldismenn á fólkatingi.Umboðandi samgonguna.

Ein fyri tjóðveldi, meðan hin hevur flutt seg yvir í Javnaðarflokkin fyri at gera neyvt tað sama sum hann allatíðina hevur ætla sær at gjørt í tjóðveldi.

Hann hevur bara justera retorikkin eitt pikkalítið sindur.Teir bakka linjuna hjá Poul Michelsen upp.Teir borðreiða politiskar veruleikar fyri donskum fólkatingslimum,sum vanligi føroyingurin ikki kennur seg aftur í.

Tað er ikki neyðugt at hava fylgt nakað serligt við í uttanríkispolitikki, fyri at staðafesta, at um vit 50.000 fáa sjálvstøðugan limaskap í ymsum altjóða felagsskapum, so er neyvan tað stóra at heinta.

So hvørt vit melda okkum inn í ein altjóða felagsskap,so lata vit felagsskapinum sjálvsavgerðarrætt frá okkum sjálvum.Tvs, vit minka um okkara sjálvræði.

Alt verður neyvan tann reini idyllur.Og hvussu stórur er embætishópurin sum skal manna liðið at røkja tær uppgávur sum fylgja við hesum sjálvstøðuga limaskapi? Vit missa meira sjálvræði fyri minni.

Flestu av hesum felagsskapum eru snakkiklubbar fyri avdankaðar politikarar úr stórum londum.Um Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í hesum felagsskapum, og prísurin er ríkisfelagsskapurin, so missa vit nógv á gólvið.

Higartil hevur tað borið væl til at gjørt sáttmálar við Danmark á síðulinjuni.Ein sera einføld og liðilig skipan, har vit hvørjaferð varðveita okkara sjálvsavgerðarrætt.

Um tað ikki ber til við Poul Michelsen við róðrið, so er tað har trupulleikin liggur.

Fyristilla tær, um vit vóru limir í EU, og 27 lond skuldi semjast, áðrenn ein sáttmáli bleiv lagdur á borðið? Ella um vit blíva sjálvstøðugir limir í øllum møguligum felagsskapum har neyðugt er at hava felags stev áðrenn sáttmálar vera undirskrivaðir.

Tá er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at alt er til okkara fyrimun.Spurningurin er, um vit ikki agera nógv frælsari við ikki at vera beinleiðis limur í ov nógvum altjóða felagsskapum.

Tí tær avgerðir sum har vera tiknar,minka hvør sum ein um sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka landinum.

Endamálið við felagsskapum er, at taka avgerðir í felag.Og harvið minkar tú um sjálvsavgerðarrættin heima hjá tær sjálvum.

Poul Michelsen er væl 74 ára gamal.Politiskt umboðar hann eina farna tíð.Dinosaurpolitikk.Tað í var.Ætlar hann at forkoma øllum teimum møgulleikum vit hava í ríkisfelagsskapinum, áðrenn hann leggur kongin?

Arbeiddi eg á einum miðli,sum td KVF.So hevði eg alt fyri eitt fari at kanna, hvat í sjálvstøðugur limaskapur í ymsum felagsskapum hevði kosta einum landi sum Føroyum.

Hvussu nógv lond, av okkara stødd eru limir?.Hvat fáa tey burturúr?Hvussu nógv embætisfólk krevjast fyri at uppfylla treytirnar?.Hvørjir førleikar eru neyðugar etc.

Nú “slongir man bara um seg við ikki eftirkannaðum politiskum ynskidreymum”, uttan at kjakast tað allarminsta um substans.

Tann sum reypar mest er størstur, og setur tú spurnartekin við nakað sum helst, so ert tú undirbrotligur.Eftir situr lurtarin, hyggjarin, og lesarin.Hálvupplýstur.Fyri ikki at siga.Óupplýstur.