Hvat rakar tað meg, hvat tú gert í songini?!?

2013-12-04 16:05

- Eri bara góður við mítt trúarfrælsi, hugsanarfrælsi, samvitskufrælsi, talufrælsi og eisini hjúnarbandið!

Kjakið um komandi lógaruppskotið um broyting av hjúnabandslógini hevur elvt til mikið kjak. Hóast tað verður lagt fram sum eitt mál um rættindi, tykist tað eins og málið snýr seg líka nógv ella meiri um kenslur enn rættindi. Retorikkurin hevur í øllum førum verið øgiliga kensluløddur, ja stundum viðkvæmur, frá forsprákarunum.

Kanska tað riggar at brúka øgiliga virðislødd orð og kend og føgur hugtøk ella ein spurningur um snilda marknaðarføring? Tað verður jú tosað um sovorðið, sum øll ”eiga” at kunna góðtaka, sum virðing, javnrættindi, tolsemi, rúmligheit og enntá mannarættindi, ikki so?

Tá er tað kanska ikki so løgið, at mann hevur hug at hoppa uppá ”tolesmis-vognin”. Hóast endamálið kanska ikki hevur so nógv við hesi føgru hugtøk at gera. Snýr tað seg um rættindi, so er tað neyvan um javnrættindi ella mannarættindi.

Tí í mun til rættin hjá homoseksuellum til hjúnarbandið staðfestir evropeiski mannarættindadómstólurin tað, at homoseksuelt hjúnaband ikki er ein mannarættur (2012).

Mannarættindayvirlýsingin sigur hinvegin, at trúar-, hugsanar-, samvitsku og talufrælsi eru ein mannarættur!

Hjúnabandslógin kann sostatt ikki sigast at vera diskriminerandi mótvegis homoseksuellum, men hinvegin kann tað metast sum diskriminerandi og kanska eisini sum brot á trúarfrælsi at krevja eina tílíka lógarbroyting, ið viðførir, at prestar (t.d. í DK) mugu góðkenna hjúnabond, sum stríða við trúgv og samvitsku teirra.

Við hesum í huga, er tað kanska ikki so trupult at skilja, at summi illteinkja hesar forsprákarar fyri at hava eina dulda dagsskrá og føra eina óetiska PR kampanju, tá tey meta seg síggja, at lyftini um friðhalgan av kirkjum, prestum og átrúnaði verða brotin.

3 dømi

Tað er í øllum talan um eitt hótt trúar-, hugsanar- og samvitskufrælsi, tá ið ein svenskur prestur, Åke Green, í landsrættinum verður dømdur 1 mánað fongsul fyri at siga sína hugsan um homoseksualitet. Hann mátti skjóta málið inn fyri hægsta rætt, fyri at staðfesta, at hansara mannarættindi vórðu brotin og varð so fríkendur.

Tað er í øllum talan um eitt hótt trúar-, hugsanar- og samvitskufrælsi, tá tann væl umtókti journalisturin, Siv Kristin Sællmann, varð forbjóða at vísa seg frammanfyri upptøkutólið, tí hon ber ein kross um hálsin, ið maður henni gav henni í gávu. Hetta verður gjørt í 2013, hóast evropeiski mannarættinda dómstólurin hevur staðfest, at tílík viðferð er brot á mannarættindi. Hetta staðfestir rætturin í mun til 7 ára langa sakarmálið hjá Nadia Eweida, har British Airways noktaði henni at bera kross sín, ímeðan hon var til arbeiðis.

Tað er í øllum talan um eitt hótt trúar-, hugsanar- og samvitskufrælsi, tá ein bakari nevndur Jake Phillips, hjá Masterpiece Cakeshop í Massachusetts, Colorado, USA verður saksøktur og stendur at fáa bót og fongsulsrevsing í upp til 1 ár, í 2013, fyri at siga nei takk til eina bílegging á 1 stk. brúðarkaku frá einum homoseksuellum pari.

Um tað veruliga er so, at hetta málið als einki hevði við tað sum eg nevni at gera, hevði tað neyvan verið lagt fyri tingini í samband við hjúnabandslógina. Í so máta, er tað bæði óskynsamt og høpisleyst! At tað júst verður roynt at fáa hetta inn í hjúnabandslógina gevur eina greiða ábending um at vilja broyta hugtakið og grundarlagið undir hjúnabandinum.

Hví verður tað annars ført fram sum ”rættindi”, tá ið tað ikki er tað? Hví so lovað høgt og heilagt, at tað ikki skal innum kirkjugátt ella skal ganga útyvir javnrættindi og mannarættindi hjá prestum v.m., um einki er hjá teimum at óttast?

Jú, tí søgan prógvar, at tað heldur ikki!

Um tit ikki er samd við mær, so er tað okey. Um tit ikki trúgva mær, so er tað eisini okey. Eg endi tó við eini samrøðu, ið avstralska útvarpsrásin ABC gjørdi við Masha Gessen. Hon er ein høvuðspersónur handan kravið um homoseksuelt hjúnaband. So kunnu tit sjálvi gera av, hvat endamálið er við lógarbroytingini.

Hon greiðir soleiðis frá á enskum:

“It’s a no-brainer that (homosexual activists) should have the right to marry, but I also think equally that it’s a no-brainer that the institution of marriage should not exist.…(F)ighting for gay marriage generally involves lying about what we are going to do with marriage when we get there — because we lie that the institution of marriage is not going to change, and that is a lie.

The institution of marriage is going to change, and it should change. And again, I don’t think it should exist. And I don’t like taking part in creating fictions about my life. That’s sort of not what I had in mind when I came out thirty years ago.

I have three kids who have five parents, more or less, and I don’t see why they shouldn’t have five parents legally… I met my new partner, and she had just had a baby, and that baby’s biological father is my brother, and my daughter’s biological father is a man who lives in Russia, and my adopted son also considers him his father. So the five parents break down into two groups of three… And really, I would like to live in a legal system that is capable of reflecting that reality, and I don’t think that’s compatible with the institution of marriage.” (Citat: Masha Gessen)


Rani Andrasson Skaalum