Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvat lærdi Jesus?

2013-12-28 01:16

Um vit lesa evangeliini so síggja vit Jesus sum ein kærleiksfullan persón, men eisini viðhvørt álvarsaman, serliga ímóti teimum religiøsu.

Eg fari her at royna at hugleiga eitt sindur um hvat eg haldi at Jesus lærir okkum í dag.
Jesus elskaði menniskju sum hann gekk ímillum. Jesus talaði ongantíð fordømandi við tann meiniga mannin, hann grøddi tey sum komu til hansara við sjúkum, hann fyrigav syndir, hann umfevndi menniskju har sum hann var.
Hann talaði ofta at teimum religiøsu og viðhvørt lærisveinunum eisini. Teir religiøsu løgdu byrðar á fólk sum trýstu tey niður og hesum talaði Jesus harðliga at.
Hvat hevði Jesus gjørt í dag og hvat lærir hann okkum kristnu í dag? Hann hevði heilt sikkurt tala at teimum sum halda seg verða góð. Hann hevði elska tann meiniga mannin, ta meinigu kvinnuna, tey sum liggja á sjúkrahúsinum og tey á psykiatriska deplinum, tey samkyndu, tann vanliga arbeiðsmannin, tey menningartarnaðu, tey misbrúktu, ja øll. Vit lesa ikki í evangeliunum, at Jesus peikaði og fordømdi tey sum vóru ørvísi, hann peikaði ikki og fordømdi ikki nakran grunda á teirra sexualitet og húðarlit og bakgrund.
Jesus talaði at teimum fordómsfullu og umfevndi tey eymjúku. Jesus hevði gjørt tað sama í dag. Hann hevði tala at teimum sum halda seg vera betur enn onnur og umfevnt tey eymjúku.
Jesus tosaði vanliga ikki við tann meiniga mannin og ta meinigu kvinnuna um Helviti, men hann tosaði sum oftast um Helviti við teir religiøsu og í samandi við teir, men hann tosaði við tann meiniga mannin og ta meinigu kvinnuna um ríki Guds. Hesin gleðiboðskapurin sum Jesus kom við handlar ikki um Helviti, men um ríki Guds har øll kunnu koma og fáa lut í.
Lógarbundin kristindómur er ósunnur. Um samkomur og trúgvandi skulu seta reglar upp fyri, hvussu man skal verða góður so kemur tað at blíva ein mismunur á menniskjum, tey góðu og tey sum eru verri. Bíbilskur kristindómur er ikki uppbygtur av lógum, men hann hevur Jesus sum grundvøll.
Vit lesa ikki í evangeliunum, at Jesus vildi hava politiskar lógir. Í einum sekulerum samfelag eiga vit ikki at tvinga kristnar lógir yvir øll onnur. Vit skulu ikki vraka trúnna, men bara brúka viti eisini sum vit eru skapt við.
Jesus hevði ikki verið fordømandi ímóti teimum samkyndu og tí eiga kristin heldur ikki at verða tað. Jesus hevði heldur ikki trýst tey niður við lógum. Jesus hevði elska tey og tí eiga kristin eisini at gera tað. Jesus hevði prædika fyri teimum evangelii um ríki Guds og víst teimum kærleika og kristin eiga tí at gera tað sama. Jesus hevði ikki tosa við tey um dóm og tí eiga kristin heldur ikki at gera tað. Jesus gjørdi ikki mun á menniskjum og tí eiga vit heldur ikki at gera tað í dag.
Hevði Jesus tala at samkomum í dag? Kanska. Eg haldi, at vit hava í dag verið fordømandi og mugu tískil koma aftur til skriftirnar og av nýggjum fáa eyguni upp fyri hvat Jesus gjørdi og lærdi.
Eg vil líka koma aftur til dómin. Legg til merkis, at Jesus talar mest um dóm við fariseararnar og ikki við ta vanliga fólki. Við ta vanliga fólki talaði Jesus um ríki Guds og hann elskaði tey og var ikki fordømandi. Jesus revsaði ofta fariseararnar (teir religiøsu) fyri teirra hykl. Ta vanliga fólki var nomi av hansara kærleika.