Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvat hendir í míni heimbygd? – Og hvat gera fjølmiðlarnir?

2020-11-07 12:11

Sum hoyvíkingur í útisetu fylgi eg væl við í føroyskum politikki, og kenni gjøgnum mítt arbeiði nógv til, hvat fer fram í politisku skipanini.

Nú er býráðsval, og eg fylgi serliga væl við tí, sum fer fram í Tórshavnar Kommunu. Heðin Mortensen bjóðar seg fram aftur, og tað sær út til, at Tróndur Sigurðsson skal taka við eftir hann.

Eg eri onga løtu í iva um, at Heðin hevur gjørt nógv gott fyri Havnina sum býráðslimur og borgarstjóri gjøgnum so nógv ár. Og tað sama við Tróndi Sigurðsson.

Sum hoyvíkingur haldi eg tó, at tað hevur verið ov illa planlagt í tí stóra vøkstrinum og byggingini, sum er farin fram í tí haganum, sum eg spældi í sum smádrongur. Eg haldi, at Leivur Hansen og Jan Christiansen sum borgarstjórar gjørdu fleiri ting í Hoyvík, sum bøttu um trivnaðin, ikki minst Hoyvíkshøllina. Eg havi eisini verið sera glaður fyri, at fólk í Hoyvík ígjøgnum so nógv ár savnaðu inn til Hoyvíkar Kirkju, og at Býráðið við Heðin Mortensen, stuðlaði til at fáa kirkjuna bygda.

Tey seinastu árini havi eg, sum helst nógv onnur, verið meira og meira frustreraður um byggingina, sum er farin fram omanfyri Hoyvíkar Kirkju - á Karlamagnusarbreyt.

Eg má siga: Hvat í allari víðu verð er skett her?

Sum eg skilji tað, so var bara givið leyst til at byggja blokkar, har íbúðir verða seldar víðari við stórum vinningi til tað meiniga fólkið! Og Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson fingu broytt byggisamtyktirnar soleiðis, at øll planleggingin, sum var gjørd fyri økið, bleiv skrottað. Og ístaðin fingu teir, sum høvdu keypt tey stóru grundstykkini, loyvi at byggja fleiri hæddir uppá íbúðarblokkarnar uttan at parkeringsviðurskifti og ferðsla eru í lagi.

Hetta líkist ongum.

Eg havi hoyrt nógv ryktir, og onkur hevur sent mær nøkur skjøl um eigaraskifti og partafeløg á Karlamagnusarbreyt.

Nú síggi eg tað eisini í einum lesarabrævi í morgun, at eisini býráðslimir, sum sjálvir hava broytt byggisamtyktirnar, sjálvir hava átt grundstykkir á Karlamagnusarbreyt, sum eru seld víðari við vinningi til íbúðarbygging gjøgnum partafeløg.

Hetta kann ikki bera til!

Nú mugu teir út úr buskinum at fortelja, um hetta passar, og alt má koma fram.

Og fjølmiðlarnir mugu kunna siga, hvat vendir upp og niður í hesum her.

Eg er skelkaður yvir hvat gongur fyri seg í míni heimbygd Hoyvík.

Ásvald Simonsen
Hoyvíkingur í útisetu