Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.

Hvat hendi við Nyhavn - og kunnu vit lata upp út á Molan?

Høvuðstaðurin bjóðar byngjuskipum og ferðamannaskipum at leggja at. Men hvussu betra vit møguleikarnar og hvat hendir við uttara molan?

At vaksa um fíggjarligu inntøkurnar, skulu vit bjóða bæði byngjuskipum og ferðamannaskipum vælkomnum til Havnar. Eg roknaði við, at byngjuskipini løgdu seg í "Nyhavn", men allarhelst er uttari molin ov stuttur.

Eg seti hervið fram ynski, at býráðslimir boða ætlanirnar við atløguni. Fyri mær er tað sjálvsagt, at ferðamannaskipini skulu hava góðar arbeiðsumstøður, tó at eg eisini vil bjóða byngjuskipum best møgulig arbeiðviðurskifti.

Hvussu skal tað ganga upp? Hvussu kann eg gera mítt til, at ferðavinna og vinnulív ganga hond í hond? Fyrst er at frætta ætlanirnar kommunan hevur, síðan kann eg vónandi koma við mínum ískoyti, at vit fáa skjóta og góða loysn.

Ofta verður tikið fram, at ferðafólk leggja ov lítið eftir seg. Men vit mugu bjóða ferðafólkum handlar, cafe'ir og matstovur, um nakrar krónur skulu roknast til ferðavinnuna.

Eg hugsi mær, at vit bjóða umboð fyri taxa-bilar, buss-eigarar, handilsfólk, kunningarstovu, ferðaskrivstovum, matstovur, heimavirkisfeløg og Tórshavnar Havn, til ein arbeiðsdag saman við vinnumenningardeild. Har eiga vit at finna eina smidliga loysn at taka móti ferðamannaskipum í 2013, samstundis sum vit geva byngjuskipum góðar karmar til teirra virksemi!

Kunnu vit finna eina loysn, ið harafturat letur upp møguleikan at spáka sær ein túr út á Molan?

Vinaliga

Jákup av Skarði