Hvat eru vit føroyingar góðir til?

2012-10-31 23:37

 Jú, millum annað at arbeiða á havnum, um tað so er at sigla farmaskip, fiska ella í oljuvinnuni.

Í mínum arbeiði í sjóvinnuni ígjøgnum nógv ár, er tað næstan nokk at vísa pass, so vita fólk at kvaliteturin er í lagi. Vit føroyingar hava so gott orð á okkum, runt allan heimin, tá tað kemur til sjóvinnu. Henda møguleika muga vit royna at brúka betri.

Við at uppraðfesta og menna Vinnuháskúlan, kundu vit skapt ein altjóða maritiman skúladepil í Havn. Við rættari marknaðarføring, og okkara umtalu world wide , sum góðir sjómenn , so er tað ikki ringt at ímynda sær,  at vit verða áhugaverd fyri útlendsk lesandi.

Taka vit virksemi hjá Havstovuni , eitt nýtt havrannsóknar skip, Granskingarráðið og  onnur við í tann altjóða maritima skúladepilin, so kunnu vit ímynda okkum, hvussu stór synergieffektin kann blíva, tá landsins gløggastu høvd og tað besta úr útheiminum kunna hittast undir somu lon.

Í íløguætlanini sum Framsókn hevur gjørt fyri Tórshavnar Kommunu 2013-2016, eru 40 milliónir settar av til hetta,  so hetta er eitt lyftið, og ikki bert ein ynskidreymur.

Visjónir og handling fyri einum framsøknum høvuðsstaðið!

Karlot Hergeirsson, valevni fyri Framsókn