Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvat er politikkur?

2020-10-12 15:34

Góði Jóhann Mortensen.

Takk fyri eina sera góða og lýsandi grein um leiklutin og úrslit hjá Bústøðum.

Gott og sigandi arbeiði, sum í hesum døgum hevur havt stóran samfelagsligan týdning, eingin ivi um tað.

Til leiklutin hjá politikara – í sambandi við tað tú nevnir um valstríð og at nógv verður skrivað um Bústaðir, sum er fjart frá veruleikanum, eins og nógv verður skrivað um bústaðarformar, eigara- , luta-, og leiguíbúðir, sum ikki er nóg ítøkiligt, eri eg samd í og vil fegin gera viðmerkingar.

Sjálv haldi eg ikki hetta, -formar, eigarviðurskifti og fígging, vera avgerandi borð hjá politikara,- tí hvør torir so at bjóða seg fram, um man skal vera inni í øllum teknikalitetum í avbjóðingum og arbeiði hjá kommunum?

Tí økið  er ymiskt og vittfevnandi, og hevur í fleiri førum tørv á servitan.

Hinvegin er tað avgerandi fyri meg sum politikara, at eg ynski og arbeiði fyri bústaðartilboðum til øll - tey við einari inntøku, tey við tveimum inntøkum, tey, sum hava eitt sindur av uppsparing afturat, tey við serligum tørvi , tey eldru og so framvegis.

Soleiðis at skilja, at tað verða samfelagsbólkunum, - fíggjarstøða, ynski og tørvur – vit skulu arbeiða við politiskt.

Restina hevur man fólk til.

Eina dagliga umsiting, fakfólk, byggikøn, fíggingarstovnar og onnur viðkomandi, sum í felag blíva ráðgevandi hjá politikarum.

At eg persónliga eri innalaga í hesum økinum, og kann fylgja tí tú skrivar, er ein onnur søga og kemst av áhuga og av tí, at mín yrkisleið hevur verið í fíggjarheiminum.

--

Heilt ítøkiliga hava vit sum politiskur flokkur stungið út í kortið, at kommunan byggir leigubústaðir til eldri úti í Marknagili, tí tað hevur kommunan heimild til, og síðani, at kommunan stykkjar út og blívur ein slags katalysator fyri fjølbroyttari bygging í Hoyvík.

So er at vóna stóra undirtøka, fleiri umboð í Býráðið og at vit fáa teir nevndarsessir, sum skulu til.

Bergun Kass, býráðspolitikkari og valevni fyri Framsókn.