Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvat er munurin millum okkum og Huawei?

2019-12-30 12:25

...... er hann so stórur sum summi vilja verða við?

Ávísir Føroyskir fjølmiðlar endurgeva grein í Wall Street Journal, har skriva verður at Huawei lýgur, tá ið firmaið sigur seg vara óheft av stýrinum í Kina, og Wall Street Journal verður endurgivið, sum sigur seg júst hava avdúkað, hvussu kinesiski staturin hevur stuðla firmanum við yvir 500 milliardum krónum.

Pengarnir hevur Huawei helst fingið skrivar Wall Street Jounal sum skattalætta, lán og gjøgnum fleiri aðrar bíligar veitingar, sum so hava gjørt Huawei til ein heimsumfatandi tøknirisa.

Avdúkingin skaðar Huawei siga tey sum í ein munn, tí hon vísur, hvussu tøtt bondini eru við politisku leiðsluna í landinum, skrivar eftir øllum at døma Wall Street Journal.

Hvussu dupult moralskir kunnu vit Føroyingar verða, tá vit júst í hesum døgum hava staðfest, at millióna virðir verða latin til Føroyskar einstaklingar. Tak t.d. lógina um sjófeingi, og línu- og garnaskipini hava fingið tilluta uppisjóðar kvotur, sum hevur eitt ókent millióna virði.

Vit vita við vissu at lóg gevarar sum hava samtykt lóggávu á hesum øki, eru tætt í familju; eru synir, smápartaeigarar, svágrar, vinir, hava ættleiddar vinnur, og eru floksfelagar hjá reiðarum og eigarum av somu vinnutólum sum hava fingið hendan framíhjá rætt. Stuðulin er lutfalsliga stórur fyri tey hepnu, sum eru har á rætta stað, til røttu tíð, og spurningurin er so hvønn týdning hetta hevur fyri móttakarin?

Hvar er munurin millum støðuna hjá Huawei tá tað kemur til vinnu politiskar avgerðir hjá eini stjórn, og støðuna heima hjá okkum sjálvum? Eru tey fólkini, sum fáa ágóðan og fyrimun av stýrinum í Føroyum óheft, nei, eg bara spyrji?

Fyri meg at síggja er munurin ikki so stórur.

Hann sum er reinur kasti fyrsta steinin. Høvdu vit øll lagt okkum hesi orð í minni høvdu vit helst valt onkra viðmerking frá.

Lasse Klein