Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

(Mynd: Jens Kr. Vang)

Hvat er hetta fyri nakað?

Tað minnir um einaræði og ein ræðandi »mig alene vide«-hugburð, tá borgarstjórin og varaborgarstjórin av sínum eintingum skúgva til viks býráðsmál, uttan at tey hava fingið ta neyðugu viðgerðina í býráðnum áðrenn

Um vikuskiftið bórust tey tíðindi, at Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, mikudagin 7. februar høvdu fund við Havnar Svimjifelag og Svimjisamband Føroya, har tær boðaðu frá, at samtykta ætlanin um langhyl í Havn skuldi útsetast.

Álvaratos, hvar er virðingin fyri Tórshavnar býráð, sum bæði í undanfarna skeiði og hesum hevur samtykt, at langhylur skal gerast? Og ikki bara tað, tí øll neyðug stig á leiðini fram ímóti einum langhyli eru tikin av býráðnum, sum higartil hevur arbeitt í fullum álvara við málinum.

Tórshavnar býráð setti 4,5 milliónir krónur av til prosjekteringina í 2017, og hesir pengar eru altso tøkir og skulu bara flytast yvir á 2018, so ber til at fara í gongd sum ætlað.

Nei, siga borgarstjórin og varaborgarstjórin, ið hava sett seg oman fyri býráðið í hesum og fleiri øðrum málum. Nú skal ikki vera pláss fyri meira virksemi í Tórshavnar kommunu, tí tað ber ikki til at vaksa íløgukarmarnar hjá kommununi fyri 2018 og 2019.

Jamen, nær hevur Tórshavnar býráð samtykt tað?

Ábyrgdarleys stýring
Tað einasta, núverandi býráð hevur samtykt í hesum máli, er at arbeiða víðari við tí, tí tað er komið so langt áleiðis og er so væl gjøgnumarbeitt, at tað bara snýr seg um at fullføra tað, sum hetta og undanfarna býráð hava samtykt.

Hvat ólukkan skal Tórshavnar býráð samtykkja mál til, tá Annika Olsen og Gunvør Balle halda seg hava rætt til at yvirtrumfa viljan hjá sjálvum býráðnum?

Nei, tað minnir um einaræði og ein ræðandi »mig alene vide«-hugburð, tá borgarstjórin og varaborgarstjórin av sínum eintingum skúgva til viks býráðsmál, uttan at tey hava fingið ta neyðugu viðgerðina í býráðnum áðrenn.

Tað er heilt ótrúligt, at núverandi býráðsmeiriluti ikki dugir at síggja, at tað er bráðneyðugt, at vit fáa ein langhyl, tí verandi svimjihøll er ov trong og lítil, so her er harðliga brúk fyri at betra og økja um umstøðurnar hjá svimjingini. At skjóta hesa góðu og samtyktu ætlan fleiri ár fram í tíðina, er tí einki annað enn beinleiðis ábyrgdarleys stýring.

Sum nú er, kann Havnin bara spegla sær í vágbingum og klaksvíkingum, ið megna at avgreiða sovorðin mál uttan allar hugsandi umberingar – hvør longur úti enn onnur. Vit hava eitt so gott og mennandi prosjekt, men tað verður nú bara sópað av borðinum.

Eina geil um árið?
Hetta er eitt syndarligt skil, má eg siga, ið valdar í Tórshavnar kommunu, tí hóast 70 milliónir krónur meira komu inn í skatti í 2017, enn mett var frammanundan, er signalið frá teimum báðum í ovastu leiðsluni á Vaglinum, at einki ber til.

Eg spyrji bara, hvar fara allir hesir pengarnir, tá teir ikki síggjast aftur nakrastaðni? 70 milliónir krónur eru ikki smápengar, men ein upphædd, ið eigur at lata upp fyri møguleikum, heldur enn at stongja alt niður, sum mannagongdin er nú.

Meirilutin í býráðnum koyrir avstað við uttanumtosi og tekniskum práti, eingin skilir nakað av, og har eru hvørki ætlanir ella loysnir. Tað einasta, tey duga, er at skúma róman og sóla sær í tí, sum er bygt beinleiðis á avrikini hjá undanfarna býráð, tí sjálv hava tey einki sett í gongd, men hava bara togað í hondbremsuna!

Er ætlanin kanska at arbeiða upp á sama máta sum við golfbreytini, har trý hol skulu gerast um árið, so tað nú verður til eina geil í langhylinum um árið? Nei, eg spyrji bara!

Í øllum førum er tað skjótt eitt mál fyri kommunala eftirlitið, um Annika Olsen og Gunvør Balle blíva við at seta fótonglar fyri allar góðar ætlanir í kommununi – og tað enntá uttan at hava nakra viðgerð í býráðnum aftan fyri seg!

Heðin Mortensen
býráðslimur