Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvat er eitt samfelag uttan samvitsku?

2022-04-28 11:23

Jenis sigur nú, at Løgtingið blokerar at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi. Men hvør er tað, sum blokerar? Tað er ikki andstøðan. Tað eru partar av samgonguni, sum ikki vilja revsa Russland.

Av somu orsøk eru vit eitt av fáum londum í vesturheiminum, sum ikki hevur sett nakað revsitiltak í verk.

Í altjóða miðlum verða Føroyar nú lýstar sum sjórænarar, tí samgongan drálar við sanktiónum. Tað skaðar okkara umdømi.

Vit hava eina moralska skyldu at verja demokratisk virði og at gera okkara fyri, at ósek fólk ikki verða bumbað sundur og saman.

Eg veit, at tað kann gerast búskaparliga trupult upp á stutt sikt, men eg eri sannførd um, at í longdini stendur føroyski búskapurin seg minst líka væl uttan samhandil við Russland.

Fleiri siga, at Føroyar gera ongan mun við revsitiltøkum, og hetta er bara fyri at reinsa samvitskuna hjá okkum sjálvum. Har má eg spyrja: Hvat samfelag høvdu vit, um alt samfelagið bara bygdi á pengar – og ikki samvitsku ella moral?

Løgtingið blokerar revsitiltøk ímóti Russlandi. Men tað er ikki andstøðan, sum blokerar. Tað eru partar av samgonguni, tí hesi vilja fyri ein og hvønn prís hava Rusland sum handilsvinir - og so má kríggj í Evropa bara vera kríggj.

Verða vit stolt av tí? Nei, tað vænti eg ikki. Tí fyri flestu føroyingar snýr alt seg ikki bara um pengar. Tað snýr seg eisini um, at Føroyar er eitt samfelag, sum byggir á samvitsku, moral og demokratisk virði. At vit sum tjóð gera tað rætta. Eisini í truplum støðum.

Ingilín D. Strøm,
l
øgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin