Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvar liggur frambrotið Karsten ?

2015-02-09 18:26

At landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen, fór at brúka mandatið hann fekk í lut hetta valskeiðið, til at niðurleggja funktiónir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, høvdu fá roknað við. Tað hevur gingið ein lang og strævin tíð hjá sjúklingum og starvsfólki at bíða inntil hann fór at melda út. Tá hann nú endiliga, eftir meira enn trý ára umhugsunartíð skar ígjøgnum, so mundi fáur roknað við, at hetta fór at blíva úrslitið. Men tað er nú hent. Allar skurðviðgerður innan urologiina skulu av Klaksvíkar Sjúkrahúsi til Suðuroyar Sjúkrahús og á Landssjúkrahúsið.

Slagorðið var, at dupultfunktiónirnar skuldu burtur. Úrslitið er, at nú er urologiin flutt á trý ymisk støð. Hvat frambrot er í hesum? Eg dugi íhvussu er at síggja eitt stórt vónbrot og afturstig fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Hvar er sjúklingurin í øllum hesum?
Tað, sum stendur eftir er, hvar er sjúklingurin í øllum hesum? Nú skal hann til undankanning í Klaksvík. Til Suðuroyar ella til Havnar at skurðviðgerast og til samtalu í Havn. Sjúklingarnir eru ikki í tí yngra endanum og mugu teir tí oftast hava fylgjara við. Fyrr skuldu teir eitt stað og tað var í Klaksvík - nú skulu teir kanska trý støð.

If it works, don't fix it!
Urologiin hevur verið vælvirkandi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í minst 20 ár. Avvarðandi serlækni hevur enntá verið í fjølmiðlunum og róst starvsfólkunum á sjúkrahúsinum í hesi sergrein. Sjúklingur hevur eisini so seint sum í hesi vikuni verið í sjónvarpinum og róst sjúkrahúsinum fyri viðgerðina, sum hann hevði fingið á KS. Nú knappliga, sum snarljós av klárum himni verður hálsað um. Nú er knappliga best at skurðviðgerða á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Er nakað nýtt komið fram, sum vit ikki vita um ? hvat er orsøkin til at urologiin skal flytast ? Vit standa øll total spyrjandi .

Urologiskt ambulatorium?
Urologiskt ambulatorium er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og tað hevur tað verið í nógv harrans ár. Vísandi til frágreiðingina frá Heilsumálaráðnum, so skal nú eitt urologiskt ambulatorium aftrat setast á stovn á Landssjúkrahúsinum? Er tað ikki ein dupultfunktión at stovnseta eitt ambulatorium aftrat á Landssjúkrahúsinum, tá eitt longu er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frammanundan? Hvat er meiningin við hesum?

Haldi at landstýrismaðurin skyldar Klaksvíkar Sjúkrahúsi og norðoyingum eina frágreiðing um hesa støðutakan og upplýsa okkum um, hvar frambrotið liggur ? Hvat er grundin til hetta? Hví verður hetta gjørt og kallað fyri eitt frambrot?

Einasta sum í framtíðini verður eftir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi innan urologiina eru undankanningarnar. Enntá serlæknin verður fluttur av sjúkrahúsinum.

Tað er helst bara ein spurningur um tíð, so finna teir “klóku” útav, at tað ikki er so smart at hava undankanningarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. So verða tær eisini burturfluttar.

Hvat tað næsta verður heilsumálaráðharrin fer at skera ígjøgnum við, kunnu vit bara gita okkum til. Tíbetur hava vit minni enn eitt ár eftir av hesum valskeiðnum. Havandi í huga, at tað tók meira enn 3 ár hjá landsstýrismanninum at fremja hesa ljótu gerð ímóti Klaksvíkar sjúkrahús, sum er eitt stórt vónbrot. So kunnu vit kanska vóna, at hann ikki megnar at fremja fleiri vónbrot fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Hvat skal verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Vildi sera gjarna enn einaferð spurt Heilsumálaráðharran, hvørjar funktiónir skulu verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Higartil hevur hann einans megnað at skorið ígjøgnum hvørjar funktiónir IKKI skulu vera her. Ert tú í ferð við at tøma Klaksvíkar Sjúkrahús?

Vit eru dagliga vitni til, hvussu sjúkrahúsið spakuliga verður niðurlaga og niðurpínt. Hvat er meiningin við at brúka 15 mill. uppá Klaksvíkar Sjúkrahús, tá tað spakuliga verður dripið innanífrá.

Undangongumaðurin í heilsumálum flutti føðideildina og nú verður urologiin flutt.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur uppbygt og specialiserað seg innan urologi í eini 20 ár. Hví skal tað nú partú flytast á onnur sjúkrahús ? Hví kann hetta ikki verða á KS í frið. Tað hevur jú fungerað útmerkað og er blivið nógv róst. Totalt langt úti, at broyta nakað sum fungerar optimalt.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur