Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Hvar gongur markið Annika & Company?

2020-06-26 08:17
Kommunalpolitikkur - 

Býráðsmeirilutin millum Fólkaflokkin, Tjóðveldi og Framsókn syngur nú upp á seinasta vers í hesu býráðssetu, og tað royna tey við at luta pening út til “grannaløg og eigarafeløg”, til at halda ólavsøku fyri.

Tey siga, at korona ger, at kommunan má stuðla fólki, ið halda ólavsøku í nærumhvørvinum, so tey ikki fara í býin?

Altso grannaløg og eigarafeløg kunnu søkja kommununa upp til kr. 10.000,- til at halda ólavsøku fyri? Ætlanin er at játta umleið 500 tús. kr. til hetta endamálið.

Tey siga, at mann kann søkja um stuðul til keyp av tjaldi, grillum, ljósperum, hátalarum, beinkir og undirhald. Ja, her síggja vit býráðsmeirilutan frá røttum vinkli - ongin respekt fyri skattaborgarans peningi.

Nú stendur so væl til, at tey kunna oysa stuðul út í eyst og vest, at halda ólavsøku fyri. Men samstundis biðja tey um lániheimild til 6 mió. kr. til stólar og krit, so Skúlin á Fløtum kann lata upp - eins og tey eisini hava samtykt at lána knappar 60 mió. kr., fyri at fáa fíggjarætlanina at hanga saman fyri 2020.

Hart vunnar skattakrónur verða nú brendar av í ovfara kæti nú kommunuvalið nærkast, fyri at tekkjast veljaranum - rættur Fólkafloks-, Tjóveldis- og Framsóknarstílur - ongin respekt fyri skattgjaldaranum.

Latið heldur ítróttarfeløgini, skótar, musikkskúlan t.d., fáa hendan peningin, sum tit so gjarna vilja sleppa at brenna av í ovfara kæti?

Munnu fólk ikki sjálvi finna útav at hugna sær í grannaløgum og eigarafeløgum, uttan at kommunan skal stýra og diktera tey til hugna - við at luta pengar út?- Hetta fyri at halda okkara tjóðarhátíð - hvar gongur markið?

Annars vil eg ynskja tykkum øllum eina góða summarferiu og góða ólavsøku.

10. november 2020 er kommunuval.

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu