Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvar eru kritisku spurningarnir?

2014-01-05 06:16

Troyttandi! Tað er troyttandi, at Kringvarpið ferð eftir ferð kemur so illa frá stóru uppgávuni at bera óheftan tíðindaflutning. Nýggjársaftan var sendingin “Árið, ið fór - aktuelt” á skránni. Ein í nógvar mátar fín sending, har tvey garvað fjølmiðlafólk vóru gestir hjá einum verti, sum ikki er minni royndur. Tá uppskotið um samkynt hjúnalag var frammi, tóktist panelið í allar mátar samt, tá sagt varð nakað soleiðis, at “tað snýr seg um at avmarka rættin hjá ávísum fólkum”, “nøkur vilja gera av, hvusssu onnur skulu liva” og síðst, men ikki minst, at “tey vilja teimum bara tað besta”. Slíkar viðmerkingar eru einsíðugar og gera, at eitt álvarsmál verður drigið niður á eitt lágt støði. Tað kann tykjast, sum fjølmiðlafólkini sleppa sínum fakliga stoltleika og gloyma seg burtur í sínum persónliga hugburði.

Nú er tað ikki fyrstu ferð, at júst hetta mál verður lýst einsíðugt í Kringvarpinum. Tískil er tað heldur ikki løgið, at rákið er broytt so skjótt, og at LGBT við eini Gallupkanning í apríl 2013 kundi siga frá, at 68% av Føroya fólki taka undir við, at tvey av sama kyni skulu kunna gifta seg borgarliga.

Í málinum um samkynt parlag hevur verið langt ímillum kritisku spurningarnar frá Kringvarpinum - okkara lógarbundnu og alment fíggjaðu public service støð. Eitt er, at politikarar leggja fram eitt lógaruppskot um eitt mál, sum teir brenna fyri. Soleiðis eigur tað at vera. Men tað er álvarsamt, at Kringvarpið hevur givið uppskotsstillarunum og fortalarunum so lítið mótspæl . Áhugi tykist ikki vera í fjølmiðlaheiminum fyri, hvørji langtíðar árinini verða fyri okkara samfelag, um eitt slíkt uppskot kemur ígjøgnum. Hvørja ávirkan hevur tað, tá vit eftir stuttari tíð, og uttan støði í nøkrum vísindaligum samanhangi yvirhøvur, ætla at gera eitt stórt og kollveltandi inntriv í tað, sum í øldir, ja ártúsundir hevur verið grundsúlan í samfelagnum? Hetta eru spurningar, ið áttu at verið settir, og eitt mál, ið eigur at verða kannað út í æsir.

Tá fjølmiðlafólk vísa á, at tey eru professionell, og tí sjálvsagt eisini óheft í sínum arbeiði, so haldi eg, at tað er ein orsøk til at vera á varðhaldi. Tí sjálvsagt er eitt fjølmiðlafólk onkursvegna ávirkað av síni persónligu hugsjónarligu støðu, síni egnu heimsmynd, eisini í sínum arbeiði. Tá talan er um politisk og ikki minst etisk mál, hevur tað serliga stóran týdning, at persónligi hugburðurin ikki litar viðgerðina av málinum. Miðlafólk skulu tá veruliga vera sjálvkritisk, veruliga brynja seg, og tað sakni eg í hesum máli.

Tí er tað, at Kringvarpið hoppar oman í Løgtingið, tá LGBT handar tinglimunum nakrar­ - eitt sindur gamlar - barnabøkur, og tí fær ein amerikanskur ambassadørur stóra rúmd í Degi og Viku at tosa um samkynd, hóast hann var í landinum í øðrum ørindum. Kanska man kann kalla tað “happening-journalistik”, sum Kringvarpið tykist vera upptikið av. Tíðindaflutningur, har fjølmiðlafólk glaðbeint og ókritiskt renna hagar, ið tað er skeg og in at vera.

Rákið vendir nú tann vegin, at um tú ikki tekur undir við samkyntum hjúnalagi, so ert tú intolerantur, tí ein lítil, men hart rópandi fjøld, við sínum retorikki um diskriminering, kærleika og javnrættindi hevur køvt sunna kritiska og logiska tankagongd. Hvør vil ikki vera rúmligur, elska sín næsta, ja, vera tolerantur? Og júst hetta háðaða – og eftir hondini avsporaða – stempul at vera “intolerantur”, vil fjøldin av Føroya fólki ikki hava sitandi á sær.

Ein orðing sum t.d.: “at samkyndum verður noktaður rætturin til hjúnalag” er søguliga og sakliga ikki røtt. Søguliga sæð og fyri tey flestu í heiminum er hjúnalagið,pr. definitión fyri mann og kvinnu. Tá so Kringvarpið og onnur fjølmiðlafólk tosa um at “útihýsa” og at “forða rættin”, brúka tey somu vendingar og sama retorik sum fortalararnir, og tá hava tey valt síðu. At kalla tað vantandi javnstøðu og diskriminatión, at samkynt pør ikki kunnu verða vígd, er ósakligur retorikkur, tá hann er best. Men ein retorikkur, sum hevur virkað væl. Hann virkar bara ikki so væl, tá vit siga, at tað er diskriminatión, at smábørn ikki hava valrætt, ella at ein maður ikki sleppur á kvinnulandsliðið í fótbólti.

Í Danmark hevur í politiska landslagnum verið róð fram undir, at systkina- og fleirgifta eiga at kunna lata seg gera. Eitt kjak, ið enn ikki er komið higar, men sum við tí retorikki, sum hevur verið brúktur, lættliga verður eitt av næstu mørkunum, ið kunnu verða flutt.

Tað skortar ikki við dirvi og kritiskum journalistikki, tá talan hevur verið um førda politikkin, tað verið seg flatskatt, tunlar, pensjónsviðurskifti v.m.. Sama dirvi og kritisku viðmerkingar eru neyðugar í málinum um samkynt hjúnalag.