Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvar er virðingin?

2021-02-01 23:42

Tað er mánadagur og klokkan er farin av 17.00, eg koyri inná parkeringsøkið uttanfyri Bónus við Marknagilsvegin. Hóast kalt, so er verðið gott og parkeringsbásarnar eru ruddaðir fyri kava, eisini teir tveir básarnar tættast inngongdina, ið eru uppmerktir til fólk við rørslutarni. Beint sum eg seti mín bil í ein vanligan parkeringsbása, kemur ein ungur bilførari og setir bilin hjá sær í ein bása til fólk við rørslutarni, hann letur bilin standa í tómgongd, meðan hann skundar sær inn í Bónus – Eg gerist firtin, men haldi mær. Eg velji ikki at siga nakað, hóast eg kundi tonkt mær at givið unga bilføraranum nøkur orð við á vegnum.

Tá eg komi út aftur er bilurin við unga bilføraranum burtur, men áðrenn eg seti meg í mín egna bil, kemur aftur ein bilur. Hesin verður settur mitt ímillum báðar básarnar til rørslutarnað! Í bilinum eru tvey fólk og eg hugsi við mær sjálvari: “lat fara, hatta er allarhelst onkur, ið veruliga hevur tørv á plássinum”....men so gott var tað ikki!

Eg valdi at bíða fyri at vita, um bæði fólkini, ið vóru í bilinum, fóru út, og jú mín sann! Bilurin varð sløktur, standandi so hann nýtti tveir básar til røslutarnað og út koma tvey fólk uttan rørslutarn!!

Mín spurningur er nú: HVAR ER VIRÐINGIN??

Eg havi arbeitt við børnum og ungum við røslutarni, eg kenni familjur við børnum við rørslutarni, eg kenni fleiri fólk, ið eru knýtt at einum rullustóli og eg kenni fleiri fólk, ið liva við onkrum slag av rørslutarni - eisini tey, har teirra rørslutarn ikki er sjónligt. Við teimum í huga, velji eg at seta fokus á hetta beint nú!! – eg haldi tað verða út av lagi vánaligt og átaluvert at parkeringsbásar til fólk við rørslutarni verða nýttir av øðrum enn teimum, teir eru ætlaðir til.

Eg eri fullgreið yvir at fleiri eru, ið hava rørslutarn, sum ikki sæst og tí eisini hava tørv á og fullgóðan rætt til ein parkeringsbása - hesi saman við teimum við sjónligum rørslutarni hava fingið eitt parkeringskort at leggja í rútin. Tað er ikki tey, eg í hesum lesarabrævið ynski at raka. Dømini, ið eg nevni omanfyri eru so greið, at tað ávirkaði meg somikið, at eg valdi at skriva hetta bræv.

Í einum sokallaðum vælferðasamfelag eiga vit at vísa størri virðing fyri hesum borgarum – tað er fyrsta treyt. Tað kann verða eg fari skeiv, men eg haldi at parkeringsbásarnar í Tórshavnar kommunu og uttanfyri privatar fyritøkur til fólk við rørslutarni eru týðiligir við frámerki, men kanska skulu básarnar merkjast uppá ein annan máta!

Sára Gullfoss