Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Hvar er veiðutrýstið

2013-08-13 22:35

<img src="http://da72ec4c49cd7ed8057c-a6079c230690f8e53709e84257891700.r60.cf1.rackcdn.com/myfiles/1376430620_brktirlnudagar.jpg" width="410">

<b>Opin spurningur til Føroya Løgting, Havstovuna, Vinnuhúsið og Kringvarp Føroya. Tit tosa um veiðutrýst og stovnsrøkt, men kunnu tit við at hýggja eftir niðanfyristandandi talvum siga hvussu tit koma fram til eitt ov høgt veiðutrýst eftir tosk og hýsu. Vóni eisini at samgongulimirnir Reimund Langgarð, Helgi Abramsen, Eivind Jacobsen og Bjarni Djúrholm ítøkiliga kunnu vísa á, hvat teir meta er hóskandi veiðutrýst.</b>

Vit sum hava gjørt íløgur í vinnutól og sum royna at liva av fiskivinnu høvdu ikki í okkara villasta fantasi ímynda okkum, at fult rikin fiskifør aftur skuldu skerjast. Hvat er meiningin. Vita tit ikki, at tit hava tikið meira enn 100 dagar frá hvørjum Línuskipið og friða stór havøki kring Føroyar og alt sigur tað sama. Tað hevur eydnast tykkum til fulnar, at oyðileggja okkara fiskidagaskipan og avhøvda allan útróðrarflotan.

<img src="http://da72ec4c49cd7ed8057c-a6079c230690f8e53709e84257891700.r60.cf1.rackcdn.com/myfiles/1376430616_hukadagardagfort.jpg">

Bjarni Djúrholm veitst tú ikki, at í 1993 segði fiskifrøðin at toskastovnurin undir Føroyum var avoyddur, men nøkur fá ár seinri var fiskað omanfyri 40.000 tons av toski. Fiskifrøðingarnir vita enn tann dag í dag ikki hvar fiskurin kom frá. Í dag eru tað eisini fiskifrøðingar ið siga, at makrelstovnurin er undirmettur við fleiri milliónum tonsum. Hvussu kann man við fiskifrøðini siga nakað um nakrar toskar ið svimja einsamallir á djúpum vatni, tá man als ikki er førir fyri at meta um risa uppisjóðarfiskastovnar.

Men aftur til veiðutrýstið Línuskipini hava verið á Flemish Kap, undir Íslandi, Eysturgrønlandi og á djúpum vatni undir Føroyum - hvar er veiðutrýstið ?. Sum tað eisini sæst, so er útróðurin við vanligum útróðrarbátum steðgaður heilt upp.

Kanningar hava víst á, at bátar í bólki 5 fiska mest av tí fiski í ikki hevur gýtt. Hví torir Løgtingið ikki at skerja hendan bólkin - Har ein ørgrynna av óbruktum døgum eru og har tað skaðar vinnuna minst og verjir mest. Neyðugt er at geva fult riknum útróðrarbátum nokk av døgum og hóskandi umstøður at virka undir, Bólkur A nýtir einans 1.311 dagar.

Tit mugu kunna grundgeva fyri, at tit eftir at hava tikið omanfyri 100 dagar frá hvørjum línuskipið og friða nógvar leiðir, framhaldandi halda at veiðutrýstið er ov høgt. Sum talvan vísur,so er veiðitrýstið bert ein viðfáningur av tí tað hevur verið, men tað røkist als ikki fyri meira fiski av teirri orsøk.

Heldur enn at avhøvda alla vinnuliga húkaveiðu mugu tit finna aðrar hættir til at loysa tykkara veiðutrýstfobi. Øll sum tíma at lesa hesar talvur vita, at tað kann ikki verða brúktir fiskidagar, ið eru orsøk til fiskaloysið eftir tosk og hýsu við Føroyar.

Annars er at siga, at okkara partafeløg ikki kunnu nýta óbrúktar fiskidagar hjá øðrum. Okkara starvsfólk kunnu heldur ikki liva við lækkandi fiskidøgum. Alt í alt er talan um vinnufíggindaligan politikk móti okkara feløgum og sjómonnunum ið sigla við okkara skipum.

Óli M. Lassen, reiðari