Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Hvar er markið fyri fávitsku?

2015-01-27 21:43

Ein tann stórsta hóttanin ímóti heimsfriði er vaksandi yvirgangurin, ið kemur frá víðgongdum islamistum. Hesir bólkar gerast alsamt sterkari í heimshøpi og teirra dagsskrá er als ikki fjald.

Spurningurin er nú eisini vavdur inn í eitt tjak um vit eiga at hjálpa fólkum, sum eru í neyð kring heimin – hendan spurningin fari eg ikki nærri inn á í hesum umfari meira enn at vit í Føroyum, eins og flest aðrastaðni í heiminum, sjálvandi hjálpa medmenniskju, sum eru í lívsvanda.

Í kjalarvørrinum á hesum alsamst vaksandi yvirgangi, ið sýnist styrkna og vaksa, ikki minst í Europa, er kjarnuspurningurin: Hvussu fær heimurin steðga hesum?

Í kjakinum heima í Føroyum sýnist tað vera ”óhóskandi” at seta orð á vaksandi vandan og óttan fyri hesum víðgongdum bólkum – soleiðis at skilja at fólk, ið seta orð á hesi víðgongdu sum vandamikil og óynskt í okkara parti av heiminum – verða skýrd hatursfólk og lítið rúmlig í mun til ymiskleikan, sum ríkar okkara heim.

Hesi somu fólk, sum ikki ynskja at hoyra nakran tosa ilt um annan, leggja dent á, at vit við samrøðu og næstrarkærleika kunnu møta hesum víðgongdu á jøvnum menniskjaligum føti og finna skilagóðar loysnir. At vit sum siviliserað menniskju skulu ansa eftir ikki at gera støðuna verri – ikki ganga hesum fólkum ov nær við at krevja ein siðiligan og siviliseraðan atburð, ikki ganga hesum fólkum ov nær við at krevja at tey skulu liva eftir grundleggjandi fólkaræðisligum reglum, ikki ganga hesum fólkum ov nær við at seta eitt mark fyri hvat vit í okkara parti av heiminum meta sum rættan og skeivan atburð.

Hesin hugburður er eitt stórt mistak, tí tað avmarkar tjakið, og tað er júst tað ríka tjakið við øllum teimum meiningum og hugsanum um hendan trupulleika vit skulu loyva fram – tí tað er í hesum tjakinum at ljós verður varpað og mál og rætningur fyri Føroyar verður funnið. Vil entá fara so langt at skýra hesa misskiltu demokratisku ”umsorgan” fyri ein av høvuðsorsøkunum til tilstandin í Europa í dag – tí við at avmarkað tjakið og ansa eftir at vit ikki ganga hesum fremmandu ov nær – ja so hava hugsanir og meiningar um hvat vit eiga at góðtaka ikki fingið fótafestið og harvið er ikki varpa ljós á eitt alneyðugt tjak í Europa – eitt tjak, sum helst kundi verið við til at sett eitt mark fyri hvat vit góðtaka og hvat ikki kunnu góðtaka.

Sjálvur ivist eg ikki í at ymisleikin millum fólk úr somu tjóð og millum fólk úr ymsum tjóðum og mentanum er nakað, sum ríkar okkara heim og samfelag – tað er við til at skapa vøkstur og virði.

Men um vit ikki megnað ein opnan og fjølbroyttan dialog og at seta okkara mørk fyri hvat vit vilja góðtaka av atburði, bæði millum fólkið, sum býr her í Føroyum og fyri fólki úr øðrum tjóðum, sum velja at búseta seg her – ja so missa vit okkara grundvøll burtur – og tað er júst tað, sum er við at henda í Europa í løtuni.

Steinbjørn Hardlei